Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógvur roykur men tíbetur eingin eldur

John William Joensen

Í morgun var sløkkiliðið, sjúkrabilar og politi boðsend til Norðoyatunnilin, tí ein bilførari hevði boða frá nógvum royki úr bilinum. Men tá politi og sløkkilið komu á staðið var eingin bilur at síggja.

Tá ringt var til bilføraran hevði hesin verið mismæltur og mistikið seg. – Hann var staddur millum tunnlarnar norður um fjall, og boðaði frá at eldur var ikki í bilinum hóast nógvur roykur kom frá motorinum tá koyrt var inni í tunnlinum.