Metingar: Topp 4 liðini møtast og tey bæði niðastu møtast. Hjá KÍ ger ein sigur, at liðið fer at kappast millum fremstu liðini komandi umførini, meðan eitt tap ger, at stutt verður niður til aftastu liðini. Hjá flestu av hinum liðunum stendur eins nógv uppá spæl sum hjá KÍ.
Sunnudagin er á pappírinum mest spennandi og avgerandi umfarið higartil í Effodeildini í ár. Liðini í topp 4 bæði í landskapping og steypakapping møtast innanhýsis, tey bæði niðastu møtast og so eru uppgerðir millum liðini í miðjuni, ið avgera, hvønn veg tey ætla sær. Fyri nærum øll liðini er talan um ” 6-stig dystir”. Samstundis ger tað, at hetta er eitt av truplastu umførunum at meta um, tá møguligir vinnarar skulu tippast. At tað harafturat verður sagt frá nógvum vindi (í flestu støðum 15-17 m/s) kann eisini gera, at tilvildin í størri mun ræður.
FC Suðuroy-EB/Streymur
FC Suðuroy hevur seinastu tríggjar dystirnar víst stóra framgongd. Liðið hevur tapt tepurt móti NSÍ og HB og vunnið á AB. Nú hevur liðið einki leikbann, og samstundis hevur liðið frí í miðvikuni frá steypadystum. EB/Streymur vísti lítið móti KÍ og B36 á útivølli, so liðið er helst uppsett uppá at avrika meir í hesum dystinum. Dysturin er rættuliga avgerandi, tí taparin verður aftast og kann fáa trupult við at halda sambandið við liðini yvir niðurflytingarstrikuni. Dysturin tykist á pappírinum rættuliga tættur og kann fara báðar vegir. Í tippingini ger heimavøllurin saman við góðum úrslitum seinastu tíðina, at FC Suðuroy er meira upplagdur vinnari. Tipping: 1 (2-1)
TB-ÍF
TB var nær við at vinna á Víkingi seinast og tað er ein staðfesting av, at TB framvegis hevur nakað, sum kann røkka til stig í nógvum dystum. ÍF hevur tveir profilar uttanfyri hendan dystin vegna leikbann. Teir eru Adeshina Lawal og Bartal Eliasen. Síðani er spurningurin hvussu tapið í steypakappingini móti grannunum, sum uttan iva pínir fuglfirðingar nógv, fer at ávirka dystin sunnudagin. TB hevur fyrimunin av heimavølli, størri hvíld og minni fráfalli. Tað ger, at javni dysturin kanska koppar til heimaliðið, hóast ÍF ofta í ár hevur havt tað við at fáa úrslit, hóast tað leikliga ikki hevur sæð so sannførandi út. Tipping: 1 (2-1)
Víkingur-NSÍ
Eitt ordans brak í Sarpugerði, har Víkingur, sum ongan landskappingardyst hevur tapt, tekur ímóti NSÍ, sum er so mikið greitt oddalið higartil, at liðið óansæð úrslit er á odda eftir hetta umfarið. Hóast vit eru tíðliga í kappingini, so er hetta ein sera avgerandi dystur hjá Víkingi, um liðið framhaldandi skal hava realistiskan FM møguleika. Trupulleikin hjá Víkingi higartil eru mongu javnleikirnir. Í fjør vann Víkingur 11-1 móti NSÍ í trimum dystum og tvær ferðir greitt á heimavølli. NSÍ hevur í hesum árinum hava eina uppgávu á útivølli móti einum toppliði, og tá tapti liðið greitt í Gundadali. Bæði liðini spældu 120 minuttir av steypafótbólti mikukvøldið, har Atli Gregersen og Árni Frederiksberg mátti út vegna skaða. Har afturat hava Dánjal Pauli Lervig og Pól Jóhannus Justinussen leikbann. So liðini eru nakað skerd. Víkingar eru trýstir at vinna hendan dystin, um liðið skal varðveita FM vónina, og tað hevur heimaliðið dygdirnar til, um ikki langi dysturin í Fuglafirði hevur kostað ov nógvar kreftir hjá Víkingi, sum hevur munandi hægri miðalaldur enn NSÍ. Tí hevur Víkingur kanska brúk fyri longri tíð at koma fyri seg í. Tipping: 1 (4-2)
HB-B36
Nú er fyrsta grannauppgerðin á skránni í Gundadali. Meistararnir úr B36 eru tvey stig frammanfyri, so HB hevur ikki ráð at tapa dystin. Bæði liðini hava nýliga tapt dyst í Eysturoynni, so tað er trupult at siga, hvat av liðunum er betri fyri í løtuni, tí tapini í Eysturoynni vísa, at bæði hava veikleikar og kunnu tapa á ”skeiva” degnum. At HB spælir uttan Arnbjørn T. Hansen ger ein mun, tí í B36 er Lukasz Cieslewicz í toppformi, sum vit sóu mikukvøldið. Hann spælir ofta ein avgerandi leiklut móti HB og spurningurin er, um stóru og sterku HB miðverjarnir megna at steðga honum hesaferð. Ofta hevur tað ikki so stóran týdning, hvussu manningarnar síggja út, tá hesi liðini møtast. 5 av 6 teimum seinastu uppgerðunum eru endaðar við javnleiki og javnleikin kunnu bæði liva ”nøkunlunda” við, um NSÍ ikki vinnur í Sarpugerði. Tipping: X (1-1)
KÍ-AB
KÍ fekk seinasta sunnudag gongd á aftur eftir fleiri minni góð úrslit, har liðið heldur ikki hevði hepni við sær. KÍ vann ein týðandi sigur á EB/Streymi, har avrikið var sannførandi, og hevur nú samband við ovaru liðini. 4 stig eru upp til 3. pláss og 3 stig til 4. pláss. Á heimavølli hevur KÍ vunnið 6 av 9 møguligum stigum og eisini í fjør sóu vit, at KÍ er nærum hvørt sítt lið á heimavølli og útivølli. Tað ljóðar frá nógvum vindi sunnudagin, og undir slíkum umstøðum hevur KÍ spælt einaferð í ár og við Margáir sóu slíkar umstøður ikki út til at passa KÍ liðnum væl. AB er helst væl betri enn stigatalvan sigur. Burtursæð frá, at liðið ikki er væl egnað til uppgávurnar á útivølli móti botnliðum. Seinastu vikuna hevur NSÍ havt sera stórar trupulleikar av AB og fyrr í ár hevur liðið tikið sig frá HB, Víkingi og ÍF. Liðið hjá AB tykist passa best til uppgávurnar, tá mótstøðuliðið er favorittur. KÍ fær helst eina nógv truplari uppgávu enn móti EB/Streymi, men KÍ er á heimavølli favorittur og skal nú prógva seg við at fáa fulla úrtøku yvir fleiri dystir á rað. Men útfrá kappingarárinum í ár er hinvegin als ikki ósannlíkt, at AB fær stig, og tí verður tað helst spennandi í Klaksvík sunnudagin. Tipping: 1 (2-1)




