Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1.deild hjá KÍ í stórformi

Jákup Ósá

Hava vunnið 12-0 seinastu tveir dystirnar og hava fult stigatal á heimavølli.

Seinasta umfar vann KÍ 7-0 móti MB og í dag var B36 sent suður til Havnar við 5-0 tapi. KÍ heldur sostatt fæst í gongdini á heimavølli, har liðið hevur vunnið allar tríggjar dystirnar við samlaðu málúrtøkuni 16-2. KÍ er sostatt millum liðini í 1.deild, sum skora flest mál.

KÍ liðið er fyri tað mesta mannað við leikarum frá 21 ár ella yngri. Men afturat eru nakrir royndir leikarar og so er ymiskt, hvørjir leikarar koma niður frá Effohópinum hvørt vikuskiftið.

KÍ vann 5-0 í dag, og talan var um fimm ymiskar málskjúttar. Jóannes K. Danielsen heldur fram at skora mál og skoraði í dag sítt 8. mál hetta kappingarárið. Símun Joensen skoraði í sínum fyrsta dysti á liðnum hetta kappingarárið, og hini málini skoraðu Jógvan Isaksen, Steinbjørn Olsen og David Langaard. Henry Heinesen legði upp til trý mál, meðan Eivin Sørensen legði upp til tvey.

KÍ: Fríði Sigurðsson – Jógvan Isaksen, Asbjørn Tungá, Ólavur Niclassen, Mikkjal á Bergi – Tórur Justesen, Henry Heinesen, Steinbjørn Olsen, Eivin Sørensen – Jóannes K. Danielsen, Jákup Pauli Ziskason.

KÍ liggur á 6. plássi í 1.deild.