Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Showmenn byrja summarskránna

Oliver Joensen

Ein tann populerasti føroyski dansbólkurin nakrantíð, Showmenn,er byrjaður uppá sína summarskrá.

Showmenn í tey flestu kenna,við monnunum Jens Marna Hansen,Kim Hansen,Jóhannus á Rógvu Joensen og James Olsen,fara at trýna uppá pallin í Dansifrøi leygarkvøldið 2 mai.

Ætlanin við hesum kvøldið,er at geva gestum eina serstaka uppliving tónlistarliga.

Vit fara at ferðast aftur frá 50 unum 60 unum 70 unum 80 unum 90 unum 00 unum og til í dag.

Hetta er nakað sum nokk onkið orkestur í Føroyum hevur gjørt áður,og tí fara vit at royna at gerða okkara besta,fyri at geva fólkunum eina dansi uppliving fyri lívið,sigur Jens Marni Hansen.

Vit hava ikki verið nógv at hoyrt tey seinastu árini,so nú er uppá tíðina at vit gerða sum fiskurin,og venda (sterkt) aftur,sigur Jens Marni við einum brosið um vørr.

Longu nú,vita vit,at tað er stórur áhugi fyri hesum tiltakið,og vita vit eisini,at Dansifrøi er eitt tað mest perfekta staðið at dansa í,og er júst byggt til hetta endamál.

Atgongumerki fáast ikki í forsølu,men við dyrnar,leggur Jens Marni til síðst afturat,og gleða Showmenn seg,til eitt hugnaligt kvøld,saman við dansiglaðum føroyingum.