Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skansin, Tórshavnar Havn og Veruleikin

Jóhan Mortensen

Ídag er ongin framleiðsla eftir í Havn. Tað er onki fiskaarbeiði. Bacalao er tagnað fyri altíð. Nogv aling er í okkara Nólsoyarfirði men ongin laksur kemur á land í Havn. Tað er onki pelagiskt fiskiloyvi i Havn. Ein trolari eftir, Enniberg. Onki sláturvirki fyri seyð og neyt. Burtursæð frá rullupylsuni hjá Otto Reinert, MBM og Miklagarði er so at siga ongin matframleiðsla í Havn. Lítið og onki verður framleitt til útflutnings.Saltsølan var einaferd karmur um blómandi vinnuliv. Nú nýtir Tórshavnar Kommunu 100 mio kr til marglætisskrivstovur i Saltsølu byggninginum. Einaferð tosaði man um maritimt kraftcentur og gransking í Saltsøluni, góðir tankar men Býráði gloymdi bara at tað er onki maritimt vinnulív eftir í Havn og nú er so meginpartin av Saltsøluni utleigað til fyritøku sum selur teldur til almenna sektorin.

Tað fara stórar rembingar fram í okkara samfelagi. Alt rembingar uttanfyri Høvuðsstaðin. Bakkafrost, Luna, Varðin, Chr Í Grótinum, Pelagos osfrs., eru feløgini sum idag seta dagsskránna.

Vøksturin ídag og tann produktiva framleiðsluvinnan liggur i Runavík, Fuglafirdi, Klaksvik og Tvøroyri. Tórshavnar Havn hevur livað sera væl av at meginparturin av framleiðsluni hja hesum økjum nú í fleiri ár er koyrd til Havnar og so avskipað her og hevur hetta havt stórar inntøkur í vørugjaldinum til Tórshavn Havn hóast vøran ikki er framleidd her.

Henda gongd fer at broytast framyvir. Bakkafrost verður útbygt, Fuglafjarðar Havn verður utbygd og Faroe Ship er longu byrjað at fara til Runavikar eftir farmi. Samskip setur nu enn eitt skip inn a rutuni. Skipafeløgini verda noydd at fara har sum vøran verdur framleidd. Alternativið er at teir stóru framleiðararnir gera sinu egnu skipafeløg og sjalvandi skal vørugjaldið falla har sum framleiðslan er. Bara frá Bakkafrost verða tað eini 50.000 tons sum ikki longur fara at koma til Tórshavn og longu nógv minni inntøkur til Tórshavnar Havn.

Um tvey ár er stóra havnaútbyggingin í Runavík liðug og kemur hon at avskipa meginpartin av teimum vørum sum ídag fara til Havnar. Eisini í cruise vinnuni eru stórar broytingar og fara í summar eini 25 cruise skip til aðrar havnir enn per automatik til Tórshavn. Oljuaktiviteturin, tá hesin tekur seg upp aftur, verður allur í Runavík.

Samanumtikið er ætlanin um stóra útbygging av Tórshavnar Havn og har man vil offra Skansan og alt tað vakra økið Yviri Við Strond illa umhugsað og als ikki baserað uppá kommerciellar veruleikar og framrokningar av framtíðar gongdina i føroysku framleiðsluni.

Ein minni útbygging og dýping av Tórshavnar Havn fer at nøkta tørvin á innflutningi og komandi útflutningi her, sjálvandi verða onkrar justeringar neyðugar men ikki ætlaða risaútbyggingin.

Samanumtikið kann við vissu sigast, at vørunøgdirnar fra Runavik, Klaksvik, Fuglafjørð

osfrs., fara ikki longur at koma til Havnar og tad verður nógv minni virksemi i Torshavnar Havn í komandi árum. Eisini fer undirsjóartunnilin at økja um virksemi í Eysturoynni og Norðoyggjum og hann fer eisini at reducera týdningin av Tórshavn Havn.

Tað verður tosað um Arktis og møgulleikar fyri Havnina, tankin er áhugaverður, men veruleikan er ein annar og nógvar royndir eru longu gjørdar at fáa meira av slíkum aktiviteti til Tórshavn men uttan størri úrslit.

Eg eri borgari i Tórshavn. Føddur og uppvaksin her og vil Tórshavn tað besta, men eg mótmæli at Býráðið roynir at gera hesa ørvitisætlan til veruleika og skammskemma Havnina. Tað er mín vón at vit og skil má sigra.

Johan Mortensen,