Livandi tónleikur, innsavnan til føroysk børn í fátækraváða og áhugaverd avtala millum ítróttarfeløg í býnum og felagsskapin Í menniskjum góður tokki. Hetta verður nakað av tí, sum verður á skránni, tá Rás2 sendir beinleiðis frá býráðshøllini í Klaksvík. Klaksvíkar Kommuna bjóðar kaffi og øll eru vælkomin inn á gólvið, meðan sent verður.
Kom við, tá Rás2 sendir beinleiðis úr býráðshøllini í Klaksvík!
Í dag verður býráðshøllin karmur um eina heilt serliga sending, sum verður send beinleiðis á Rás2.
Sendingin kemur í mestan mun at snúgva seg um átakið “Meðan vit bíða”, har m.a. sjey kend fólk skulu savna inn pening í 10 dagar. Peningurin fer óskerdur til føroysk børn í fátækraváða.
Í sendingini verður m.a. prátað við Jógvan Skorheim, borgarstjóra í Klaksvík og Annlis Bjarkhamar frá Í menniskjum góður tokki. Harumframt verður greitt frá áhugaverdum samstarvi millum ítróttarfeløg í býnum og felagsskapin Í menniskjum góður tokki.
Afturat hesum verður ein rúgva av livandi tónleiki á skránni. Hallur Joensen, Karl Martin Samuelsen, Steintór Rasmussen, Rakul Ró Steintórsdóttir, Hans Andrias Jacobsen, Olvheðin Jacobsen og Lilja Jacobsen koma øll at framføra, meðan sent verður.
Klaksvíkar Kommuna bjóðar kaffi og okkurt søtt verður eisini til børnini.
Sent verður frá klokkan 14 til 16 – og øll eru hjartaliga vælkomin inn í býráðshøllina at lurta, meðan sent verður.




