Í samband við Visit Kalsoy, var Norðlýsið á ferð í Kalsoynni í gjár. Ein sera hugaligur túrur, sum byrjaði við einum hugnaligum práti á brunni á Sam, har Marius Sørensen sat við róðrið.
Leiðin gekk til Mikladals, tú har skuldi fundurin vera, tí mest myndir hagani. Ein kann sjálvandi ikki lata vera við at brúka myndatólið, tá vitjað verður á so vakrari náttúruperlu, sum Kalsoyggin er.Kópakonan er eitt “must”, tá man fer ein slíkan túr, tí standmyndin er sera væl frágingin og harafturat er umhvørvið bara so ótrúliga flott.
Nú kalsoyingar hava stovna eitt felag at menna ferðavinnuna í oynni, so er lítið at ivast í, at um hegni er til tað, so eru møguleikarnir stórir. Oyggin hevur fýra ótrúlig vakrar bygdir og fleiri fólkatómar dalar í eru sera gevandi til fólk við eyga fyri náttúruni. Gott samband er til oynna. Tað kemur í veruleikanum ikki fyri at Sam avlýsir, tað er ein trygd fyri tey, ið skulu selja upplivingar til fólk úti í heimi.
Túrurin byrjaði og endaði á Syðradali. Hugalit var eisini at síggja skip og bátar koma norður ígjøgnum Kalsoyarfjørð, fleiri teirra helst eftir langa uppiløgu orsakað av veðrinum, ið hevur verið seinastu tíðina.
Her eru nakrar myndir:




