Frí tala frá Ver verður nú víðkað til at fevna um øll Norðurlond. Nú kanst tú tosa sum heima, uttan nakran eyka kostnað, tá ið tú ferðast hjá grannum okkara.
Hevur tú Fría talu frá Ver, nýtist tær ikki longur at stúra fyri telefonrokningini, tá ið tú tosar við vinir, familju og kenningar í øllum hinum Norðurlondunum. Og tú kanst eisini trygt og lætt taka fartelefonina við tær á ferðum í Norðurlondum og tosa sum heima.
Nú kanst tú ringja til, frá, ímillum og í øllum Norðurlondum við fríari talu frá Ver. Broytingin merkir sostatt, at tú kanst ringja úr Føroyum til øll Norðurlondini, og tú kanst somuleiðis ringja til Føroya úr Norðurlondum ella millum Norðurlond við fríari talu frá Ver.
“Tvær høvuðsorsøkir eru til, at vit hava víðkað Fría talu til øll Norðurlond,” sigur Símun Skaalum Petersen, marknaðarstjóri á Føroya Tele.
“Vit síggja, at nógvir føroyingar aftra seg við at nýta fartelefonina, tá ið teir eru uttanlands. Samstundis hava nógvir føroyingar tørv á at tosa við fólk í øðrum Norðurlondum. Við at víðka Fríu taluna hjá Ver til øll Norðurlond, ganga vit báðum hesum tørvum á møti,” sigur hann.
Norðurlendsku grannatjóðirnar hava nógv til felags. Familju- og vinabond røkka tvørtur um norðurlendsku landamørkini, samstarvað verður mentanarliga og vinnuliga, og nógvir norðurlendingar starvast og útbúgva seg hjá hvørjum øðrum.
Fyri at stimbra góða sambandið og samstarvið í Norðurlondum hevur Føroya Tele nú avgjørt at víðka møguleikan hjá føroyingum at tosa frítt við grannarnar. Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele, sigur í hesum sambandi, at góðu úrslitini hjá Føroya Tele skulu koma kundunum til góðar.
“Føroya Tele hevur havt nøkur góð ár, og tað skal koma kundanum til góðar. Tá ið vit byrjaðu Ver fyri júst einum ári síðan, gingu vit undan at lækka fartelefonprísirnar í Føroyum. Vit vóru eisini fyrst við Fríari talu, og nú fara vit stigið víðari og víðka fríu taluna til øll Norðurlond,” sigur Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele.
Føroya Tele hevur kannað, hvar føroyingar brúka sína fartelefon mest uttan fyri Føroyar. Og tað vísir seg, at 80% av tíðini verða fartelefonirnar brúktar í einum øðrum Norðurlandi. Somuleiðis eru nógv tær flestu uttanlandssamrøðurnar úr Føroyum til onnur Norðurlond. Sostatt skuldu heilt nógv havt møguleika fyri at gera sær dælt av einum góðum haldi, nú Fría talan hjá Ver verður víðkað.
Fría talan kemur í gildi fyri øll Norðurlond frá í dag. Hevur tú fría talu hjá Ver frammanundan, skalt tú einki gera fyri at fáa fría talu í Norðurlondum. Hevur tú onnur hald, kanst tú tekna teg til Fría talu á ver.fo. Tað er sera lætt at skifta.
Fría talan hjá Ver fevnir nú um Grønland, Ísland, Noreg, Svøríki, Finnland, Áland og Danmark, umframt Føroyar. Til ber at fáa meira at vita ella tekna sær hald á ver.fo.




