Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BETRI HEILSU OG LONGRI LÍV ?

tíðindaskriv

Vit fáa nógvar óneyðugar fólkasjúkur av skeivum lutfalli millum Omega-3 og 6 feittsýrur.Vanligur kosturin nú á døgum gevur skeiva javnvág, so vit eta okkum í sjúku støðu (ósunn).

Vanligur kosturin nú á døgum gevur skeiva javnvág, so vit eta okkum í sjúku støðu (ósunn).

FÓLKASJÚKA OG INFLAMATIÓN

Ov nógv av Omega-6 forðar kroppinum at virka so væl, sum hann skal.

Skeiva javnvágin í feittsýrunum er ein opin innbjóðing til inflamatón (bruna) í likaminum.

Slíkar bruna støður kunnu elva høgt blóðtrýst, høgt kosterol, blóðtøppar, diabetes, krabbamein, gikt, demens, skjóta aldran og eitt ótal av sjúkum.

VIT ETA 9 FERÐ OV NÓGV OMEGA-6

Hvørja ferð vit eta eina nøgd av Omega-3 eta vit vanliga 9 til 10 ferð meir av Omega-6.

Orsøkin er kosturin, sum vit nú á døgum hava atgongd til, ella fyri tað mesta eta.

Granskarar meina, at í steinøldini gav maturin lutfallið 1:1 á Omega-3 og 6 feitsýrunum.

Í 1960 var lutfallið á Miðarhavsoynni Kreta eisini 1:1, so munandi broytingar eru hendar við matinum síðan.

Arvaeginleikar okkara broytast seint og hava ikki tillaga seg broytta matin, tí skulu vit hjálpa kroppinum.