Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrispurningur um skjótt vaksandi vandan við mótstøðuførum bakterium

Tíðindaskriv

Allir sjúklingar, ið verða innlagdir á Ríkissjúkrahúsið ella

annað útlendskt sjúkrahús og sum síðani verða innlagdir á eitt

sjúkrahús í Føroyum, verða nú kannaðir fyri MRSA (Meticillin

resistentir stafylokokkar). Hetta er bakteria, sum er mótstøðufør

(resistent) ímóti eini røð av antibiotika, sum annars vanliga

verða nýtt sum standarviðgerð ímóti stafylokokkum. Og arbeitt

verður í løtuni við at víðka kanningarnar til eisini at fevna um

aðrar fjølmótstøðuførar bakteriur.

Harumframt verða børn, sum eru ættleitt úr londum, har MRSA er

meira vanligt enn á okkara leiðum, eisini kannað fyri MRSA.

Hetta kemur fram í svari uppá grein 52 fyrispurning um, hvat gjørt

verður við skjótt vaksandi vandan við mótstøðuførum bakterium.

Spurningar við viðmerkingum og svar frá landsstýrismanninum eru

viðfest.

Bjørt Samuelsen løgtingskvinna

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um skjótt vaksandi vandan við mótstøðuførum bakterium, settur Karsten Hansen, landsstýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

  1. Hvat verður gjørt í Føroyum til tess at fyribyrgja skjótt vaksandi vandanum við bakterium, ið gerast mótstøðuførar og tí ikki longur kunnu viðgerast við antibiotika?

  2. Hvat metir landsstýrismaðurin kann og eigur at verða gjørt til tess at fyribyrgja, at mótstøðuførar bakteriur gerast ein munandi trupulleiki á føroysku sjúkrahúsunum?

  3. Hvussu nógv antibiotika verður nýtt í Føroyum pr. íbúgva í mun til onnur lond, og

    hvussu nógv er hetta í mun til tey lond, sum brúka minst?

  4. Hvat verður gjørt fyri at fáa vitanina út til fólkið, soleiðis at borgarin hevur røttu

    vitanina og kann virka eftir hesari?

  5. Luttaka Føroyar í norðurlenskum samstarvi um fyribyrging av

    antibiotikaresistensi, um ja, á hvønn hátt?

Viðmerkingar

Tað hendir longu hvønn einasta dag, at fólk doyggja kring um í heiminum av bakterium, sum annars hava verið mettar meinaleysar, men nú eru vorðnar mótstøðuførar ímóti antibiotika (bakteriutýnarum). Antibiotika, sum hevur verið ein av hornasteinunum undir nútímans sjúkuviðgerð, er komið undir álvarsamt trýst, og stór átøk verða nú gjørd í fleiri londum til tess at fyribyrgja, at alsamt fleiri bakteriur gerast mótstøðuførar ímóti øllum sløgum av antibiotika. Kring um í heiminum stríðast nógv sjúkrahús við henda trupulleika, eisini í grannalondum okkara.

Ein av fleiri orsøkum til skjótt vaksandi trupulleikan við mótstøðuførum bakterium er ovurnýtsla av antibiotika.

Í fjør summar lat norðurlendska ráðharraráðið úr hondum sonevndu Kønbergfrágreiðingina um norðurlendskt heilsusamstarv. Fremsta tilmælið er eitt felags átak ímóti vaksandi antibiotikamótstøðuførinum. Mælt verður m.a. til víðfevnda avmarking av nýtsluni av antibiotika, at stórar upphæddir verða settar á fíggjarlógirnar til fyribyrging og til menning av nýggjum antibiotika.

Bo Kønberg vísir í frágreiðingini á, at vit í framtíðini fara at síggja alsamt fleiri doyggja av ígerðum, sum vit í dag meta vandaleysar, og hetta fer at leggja stórt trýst á heilsu- og sjúkrahúsverk.
Í 2013 doyðu í minsta lagi 25.000 fólk, bara í Evropu, orsakað av mótstøðuførum bakterium
eins mong og tey, sum doyðu í ferðsluni. Støðan er enn verri í fleiri londum uttanfyri Evropa. Ein onnur avbjóðing er, at nærum eingi nýggj sløg av antibiotika verða ment. Fram til 1970 komu eini tjúgutals nýggj sløg av antibiotika á marknaðin, soleiðis, at virkaði eitt ikki, kundi eitt annað í flestu førum nýtast. Síðani eru einans tvey nýggj sløg komin, av hesum einki síðani 1987!

Nr. 77/2014

Heimsheilsustovnurin WTO hevur í áravís rópt varskó og heitt á heimsins stjórnir um at taka trupulleikan í størri álvara. Í fjør kom WTO við enn einari frágreiðing, har m.a. verður sagt:”An increasing number of governments around the world are devoting efforts to a problem so serious that it threatens the achievements of modern medicine. A post-antibiotic era in which common infections and minor injuries can kill far from being an apocalyptic fantasy, is instead a very real possibility for the 21st Century.”

Frágreiðingin kann lesast her:

http://www.who.int/drugresistance/documents/surveillancereport/en/#.VSpTBqrrz24.f acebook.
Spyrjarin fegnast um, at tað í hesi vikuni verður skipað fyri ráðstevnu um vandan við vaksandi antibiotikamótstøðuføri, og vónar, at hetta fer at seta neyðugt fokus á evnið.

Á Løgtingi, 14. apríl 2015

Bjørt Samuelsen

Dagf. 27. apríl 2015

HMR. J. nr. 15/00364

Karsten Hansen

landsstýrismaður

Svar

upp á

fyrispurning nr. 77/2014 eftir § 52a í tingskipanini um skjótt vaksandi vandan við mótstøðuførum bakterium frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu

Spurningurin var soljóðandi:

1. Hvat verður gjørt í Føroyum til tess at fyribyrgja skjótt vaksandi vandanum við bakterium, ið gerast mótstøðuførar og tí ikki longur kunnu viðgerast við antibiotika?

2. Hvat metir landsstýrismaðurin kann og eigur at verða gjørt til tess at fyribyrgja, at mótstøðuførar bakteriur gerast ein munandi trupulleiki á føroysku sjúkrahúsunum?

3. Hvussu nógv antibiotika verður nýtt í Føroyum pr. íbúgva í mun til onnur lond, og hvussu nógv er hetta í mun til tey lond, sum brúka minst?

4. Hvat verður gjørt fyri at fáa vitanina út til fólkið, soleiðis at borgarin hevur røttu vitanina og kann virka eftir hesari?

5. Luttaka Føroyar í norðurlenskum samstarvi um fyribyrging av antibiotikaresistensi, um ja, á hvønn hátt?

Svar:

Til nr. 1.

Sjúklingar, ið verða innlagdir á okkurt útlendskt sjúkrahús og sum síðani verða innlagdir á eitt sjúkrahús í Føroyum, verða kannaðir fyri MRSA (Meticillin resistentir Stafylokokkar). Harumframt verða børn, sum eru ættleitt úr londum, har MRSA er meira vanligt enn á okkara leiðum, eisini kannað fyri MRSA.

Um MRSA verður staðfest, verður tann smittaði settur í sonevnda týningarviðgerð. Er talan um persón, ið ikki er innlagdur, verður alt húskið sett í viðgerð. Kontrollkanningar verða gjørdar upp til eitt hálvt ár.

Til nr. 2.

Tað er tikin avgerð um, at rutinukanningar fyri øðrum sløgum av mótstøðuførum bakterium verður sett í verk. Hetta arbeiðið byrjar í næstu viku. Í hesum føri verður neyðugt at senda tær flestu kanningarroyndirnar til Statens Serum Institut at verða dyrkaðar. Einstakar kanningarroyndir kunnu dyrkast í Føroyum.

Til nr. 3.

Ein máti, sum verður nýttur til at máta nýtsluna av antibiotika, er at máta dosir um døgnið fyri hvørjar túsund íbúgvar. í Kønberg frágreiðingini, sum spyrjarin eisini vísur til í viðmerkingunum, er eitt yvirlit frá 2011 yvir hesa nýtslu í Evropa, har nýtslan á sjúkrahúsunum ikki eru tikin við. Sambært yvirlitinum er Holland tað landið, sum brúkti minst antibiotika við umleið 11 dosir og Turkaland mest við umleið 42 dosir. Av teimum Norðurlendsku londunum nýtti Svøríki minst við umleið 14 dosir og Ísland og Finland mest við umleið 20-21 dosir hvør. Noreg og Danmark nýttu umleið 16-17 dosir hvør. Føroyar er ikki við í yvirlitinum, men sambært Landsapotekaranum nýtti Føroyar 15,8 dosir í 2011 og liggja tí enn rímiliga væl fyri samanborið við okkara grannalond.

Til nr. 4.

Tað verða av og á skipað fyri tiltøkum innan økið. Millum annað fyriskipaði Heilsumálaráðið tann 15. apríl 2015 fyri eini MRB ráðstevnu (MRB stendur fyri multiresistentar bakteriur). Ráðstevnan varð løgd til rættis av Smittuverjunevndini á Landssjúkrahúsinum saman við MRB-bólkinum, ið samskipar MRB-virkisætlanina fyri alt landið.

Í kjalarvørrinum av MRB ráðstevnuni, er farið undir at samskipa tey tiltøkini, ið eiga at verða sett í verk, bæði fyri at upplýsa leikum og lærdum. Í hesum sambandi verður undirvísing fyri heilsustarvsfólkini ein týðandi partur umframt upplýsing til borgarar um, hvussu antibiotika eigur at verða brúkt.

Til nr. 5.

Føroyar luttaka í norðurlendskum samstarvi sum partur av MR-S, sum er Norðurlendska Ráðharraráðið fyri almanna- og heilsuøkið.

Bo Kønberg handaði MR-S frágreiðingina við 14 tilmælum tann 11. juni 2014.

Á fundi í oktober 2014 viðgjørdu ráðharrarnir á MR-S fundi frágreiðingina og tilmælini hjá Bo Kønberg. Undirritaði landsstýrismaður luttók á hesum fundinum. MR-S tók undir við tilmælinum hjá Bo Kønberg um m.a. at seta tiltøk í verk viðvíkjandi antibiotika. Sambært niðurstøðuni frá MR-S fundinum samdust ráðharrarnir í fyrstu syftu um, Att MR-S diskuterar rapportens förslag 1 med ministerkollegorna ansvariga för utrikes- och biståndsfrågor”. Málið verður viðgjørt í løtuni.

Heilsumálaráðið, 27. apríl 2015

Karsten Hansen

landsstýrismaður