Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ manglar kvalitet á liðnum

Jákup Ósá

Tað heldur Jóannes Jakobsen, sum er fótbóltsviðmerkjari hjá KVF.

Tað heldur Jóannes Jakobsen, sum er fótbóltsviðmerkjari hjá KVF.

Jóannes Jakobsen er – umframt hjálparvenjari á A-landsliðnum – fótbóltsviðmerkjari hjá KVF. Hann hevur helst væntað ov nógv av KÍ undan kappingini og staðfestir nú, at KÍ liðið helst manglar kvalitet.

– Eg væntaði mær áðrenn kappingin ótrúliga nógv av KÍ. Tí sum eg sá tað, so kundu teir – um ikki bjóða av um 1. plássið – so upp ímóti heiðursmerkjunum og so tryggja sær eitt Europa League pláss. Eg havi eina kenslu av – hóast tað kann náast enn – KÍ hevur verið í so trilvandi í mun til mínar vónir til KÍ. Tað sum ein eisini skal hugsa eitt sindur um er, at ímóti topp 4 liðunum, so eru ikki nógv stig komin á konto’ina. Teir hava einki stig fingið móti teimum stóru liðunum (rætting: 1 stig móti Víkingi, blaðm.). Tað er kanska tekin um, at teir kanska ikki eru orduliga góðir nokk at blanda seg uppí toppin. So skulu vit eisini hava í tonkunum, at tað eru broytingar, nýggjur venjari, nýggjur leikháttur, so tað er møguligt at man skal brúka nakað av tíð at venja seg við tað, men sum eg síggi tað, so er kanska ov long tíð gingin til tað. Tí tá ein satsar uppá leikarar, sum hava sáttmála í 1 ár, so er tað væl í ár, at man satsar, tí eitt ella annað stað verður tað ikki ein tilgongd at gera eitt meistarlið. Sum eg havi skilt tað, so satsar man í ár uppá at sleppa út í Europa, og tað tokið er ikki koyrt enn, men tá vit hyggja eftir úrslitunum hjá KÍ móti teimum betru liðunum, so kundi okkurt bent á, at teir mangla ávísan kvalitet inni á liðnum, segði Jóannes Jakobsen um KÍ í 3-2 sendingini í kvøld.

Jóannes Jakobsen væntar, at tey somu fýra liðini, sum endaðu í topp 4 í fjør og sum eisini liggja har nú, – NSÍ, B36, HB og Víkingur – helst fara at enda í topp 4, tá kappingin er av.