Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Revsingin fyri brot á grindareglugerð skal herðast munandi!

T í ð i n d a s k r i v

Janus Rein: Revsingin fyri brot á grindareglugerð skal herðast munandi!

Janus Rein, løgtingsmaður, hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnu­málum, fyrispurning eftir grein 52a í tingskipanini. Janus Rein spyr, um landsstýrismaðurin ætlar at áseta minstu revsing fyri við vilja at bróta grindareglugerðina.

Landsstýrismaðurin arbeiðir í løtuni við einum uppskoti til lóg um grind og annan smáhval. Ætlanin er, at grindareglugerðin skal dagførast sambært nýggju lógini, og tí spyr Janus Rein, um lands­stýris­maðurin hevur ætlanir um at áseta í lógini eitt høgt minstamark fyri við vilja at tarna grindarakstri og grindadrápi og sostatt bróta ásetingar í grinda­reglugerðini.

Í galdandi grindareglugerð er ásett um revsingina at bróta grindareglugerðina, at “tá brotið er framt við vilja verður revsað/kann viðkomandi revsast við fongsul upp til 4 mánaðir”. Seinasta summar vóru fólk frá ávísum umhvørvisfelagsskapi í Føroyum við eittans endamáli, at forða fyri at grind varð hildin til og dripin; og felagsskapurin hevur boðað frá, at tey koma aftur til Føroyar í ár við somu ætlan, at forða føroyingum aldargamla rættin at drepa grind.

Í grind á Sandi í august 2014 vóru hesi umhvørvisfólkini á sandinum og gingu út móti grindini, til tess at styggja grindina út aftur, og gjørdu seg sostatt sekan í at bróta grindareglugerðina, har tað m.a. stendur, at “heldur ikki er loyvt at forða fyri rakstri ella drápi, ið sýslu­­­maðurin hevur tikið avgerð um”. Umhvørvisfólkini vórðu handtikin og í Føroya rætti dømd bót 1.000,-. kr. hvør.

Tað er stórur munur á eini bót upp á 1.000 krónur og 4 mánaðar fongsul, og dómurin undraði mangan. Um bótin var munandi hægri, so tað merkis á pengapunginum, so høvdu hesi fólk, nógv av teimum lesandi, helst hugsað seg um meira enn einaferð, áðrenn slíkt varð gjørt. Janus Rein spyr, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir at áseta at minsta markið fyri sektina fyri slíkt brot verður í minsta lagi 50.000-100.000 krónur, ella at brotið verður revsað við fongsuls­­revsing, soleiðis at revsingin verður skrásett í kriminal­registaranum.

Janus Rein vísir á, at í USA, í statinum Ohio, er fordømi um, hvussu fólk verða revsað, sum gera seg inn á tilfeingisrættin. Har mundu umhvørvisstríðsfólk, líknandi teimum, sum koma til Føroyar at forða grindadrápi, forkomið reinsdjóraveiðuni, sum er/var ein væl regulerað veiða, við ásettari kvotu pr. veiðumann. Um­hvørvis­fólk møttu upp í stórum tali, summar aftaná summar, larmaðu og garteraðu fyri at ræða reinsdjórini burtur frá veiðumonnunum. Talið av reinsdjórum vaks, og tey byrjaðu at taka yvir í øllum náttúruøkjunum. Staturin misti inn­tøkur frá veiðumonnunum, sum høvdu goldið fyri veiðuloyvi. Statssenatið (tingið) í Ohio samtykti, at tann, sum breyt lógina við at gera seg inn á reinsdjóraveiðuna í statinum, fekk eina bót uppá 10.000 dollarar, og haraftrat 90 daga fongsulsrevsing. Spurningurin er so: Hvussu nógv víðgongd umhvørvisfólk komu aftur summarið eftir at órógva reinsdjóraveiðuni? Svarið er nærum eingin!

Eisini kann vísast á, at neyvan verður stórvegis orka løgd í rættarliga innkrevjing eftir 1.000 krónum, meðan nógv meira orka hevði verið løgd í at krevja 50.000-100.000 krónur inn.

Grundlógin § 77 og Evropeiska mannarættindarkonvensjónin art. 10 geva øllum ein yvirskipaðan rætt til skrivi- og talufrælsi. Hetta er eisini galdandi fyri útlendingar sum vitja í Føroyum. Tað er tó langt frá tí og so til við vilja og aktivt at leggja seg út í eitt lógligt og regulera grindadráp. Ein munandi herðing av revsingini, fyri við vilja at ganga í móti grindareglugerðini og forða føroyingum teirra aldargamla og lógliga rætti at drepa grind við eini bót upp á 50.000-100.000 krónur, hevði helst fingið fólk at hugsað seg um fleiri ferðir, áðrenn tey gjørdu slíkt” sigur Janus Rein í viðmerking til málið.

Nr.87/2014

Janus Rein

Løgtingsmaður

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um ásetan av minstu revsing fyri við vilja at bróta grundareglugerðina settur Jacob Vestergaard, landsstýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at áseta mark fyri minstu revsing fyri við vilja at bróta grindareglugerðina?

2. Hvussu stóra sekt hugsar landsstýrismaðurin um at áseta?

3. Heldur landsstýrirmaðurin, at ein munandi hækking av revsingini fyri við vilja at forða fyri grindarakstri ella grindadrápi, ið sýslu­­­maðurin hevur tikið avgerð um, fer at hava fyribyrgjandi virknað?

Viðmerkingar:

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum arbeiðir í løtuni við einum uppskotið til lóg um grind og annan smáhval. Ætlanin er eisini, at grindareglugerðin skal dagførast sambært nýggju lógini, tá ið hon er samtykt, og tí loyvir undirritaði seg hervið at spyrja, um lands­stýris­maðurin hevur ætlanir um at áseta í lógini eitt høgt minstamark fyri við vilja at tarna grindarakstri og grindadrápi og soleiðis bróta ásetingar í grinda­reglugerðini.

Í galdandi grindareglugerð er ásett um revsingina at bróta grindareglugerðina, at “tá brotið er framt við vilja við fongsul upp til 4 mánaðir sbrt. § 19, stk. 2 í løgtingslóg um vernd av dýrum.

Seinasta summar vóru fólk frá ávísum umhvørvisfelagsskapi í Føroyum við eittans einum endamáli: at forða fyri at grind varð hildin til og dripin. Hesin felagsskapur hevur boðað frá, at tey koma aftur til Føroyar í ár við somu ætlan: at forða fyri at grind verður dripin í Føroyum. Umhvørvisfólkini høvdu við sær sera vandamiklar bátar. Talan er um bátar, sum hava tveystyrktar ella trístyrktar skrokkar. Bátarnir eru serframleiddir í Fraklandi við eittans endamáli: At gera seg inn á føroyskar grindabátar. Hesir bátar forkomu einum stórum til­feingisvirði seinasta summar við at reka grind út aftur tvær ferðir.

Í grind á Sandi í august 2014 vóru hesi umhvørvisfólkini á sandinum og gingu út móti grindini til tess at styggja grindina út aftur. Hetta er greitt brot á § 11, stk 2 í grinda­reglugerðini, har m.a. stendur, at “Heldur ikki er loyvt at forða fyri rakstri ella drápi, ið sýslu­­­maðurin hevur tikið avgerð um sbrt. §§ 8 og 9.”. Umhvørvisfólkini vórðu handtikin av løgregluni og í Føroya rætti dømd bót 1.000,-. kr. hvør.

Tað er stórur munur á eini bót upp á 1.000 krónur og 4 mánaða fongsulsrevsing, og dómurin undraði mangan. Um bótin var munandi hægri, so tað merkist á pengapunginum, so høvdu hesi fólk – nógv av teimum eru lesandi – helst hugsa seg um meira enn eina ferð, áðrenn slíkt verður gjørt. Í øðrum londum, eitt nú USA, verða brot, sum eru gjørd við beráddum huga, revsað ógvuliga hart. Í statinum Ohio í USA er eitt fordømi um, hvussu fólk verða revsað, sum gera seg inn á tilfeingisrættin. Har mundu umhvørvisstríðsfólk, líknandi teimum, sum koma til Føroyar at forða grindadrápi, forkomið reinsdjóraveiðuni, sum er/var ein væl regulerað veiða við ásettari kvotu pr. veiðimann, umframt at hesir veiðimenn gjalda statinum Ohio fyri at veiða eitt ásett tal av reinsdjórum. Talan er ikki um ránsveiðu! Um­hvørvis­fólk møttu upp í stórum tali, summar aftaná summar, larmaðu og garteraðu við grýt­um og lokum fyri at ræða reinsdjórini burtur frá veiðimonnunum. Talið av reinsdjórum vaks, og tey byrjaðu at taka yvir í øllum náttúruøkjunum í Ohio. Staturin misti nógvar kærkomnar inn­tøkur frá veiðimonnunum, sum høvdu goldið veiði-lisenspening. Statssenatið (tingið) í Ohio samtykti – bæði demokratar og repuplikanarar – at tann, sum breyt lógina við at gera seg inn á reinsdjóraveiðuna í statinum, fekk eina bót upp á 10.000 dollarar, og haraftrat 90 daga fongsulsrevsing. Spurningurin er so: Hvussu nógv ekstrem umhvørvisfólk komu aftur summarið eftir at órógva reinsdjóraveiðuna? Svarið er nærum eingin!

Tí loyvir undirritaði seg hervið at spyrja, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at áseta eitt minsta mark fyri sektina fyri slíkt brot. Vísandi til dømi omanfyri, kundi slíkt verið á einum minsta støði sum t.d. 100.000 kr., ella fongsuls­­revsing, og soleiðis at revsingin verður skrásett í kriminal­registaranum.

Løgtingið hevur annars samtykt (løgtingsmál nr. 4/2014)at heita á landsstýrið m.a. um, at “skipast kann ein verulig tilbúgving, og átøk fremjast, sum kunnu fyribyrgja, at umboð fyri felagsskapir og útgerð, ið hava til endamáls at fremja ólógligt virksemi ella hótta lóglig rættindi í Føroyum, kunnu koma til landið ella kunnu útinna fyrireikingar til tílíkt virksemi í Føroyum”. Løgmaður hevur nú boðað tinginum frá, at danska stjórnin sigur, at ikki ber til at seta slík tiltøk í verk.

Ein munandi herðing av revsingini fyri við vilja at ganga í móti grindareglugerðini og forða føroyingum teirra aldar gamla og lógliga rætti at drepa grind, hevði helst fingið fólk at hugsa seg um fleiri ferðir, áðrenn tey gjørdu slíkt.

Á Løgtingi, 29. apríl 2015

Janus Rein