Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fløskupostur av oynni Leka í Noregi

Oliver Joensen

Fyri nakað síðani fekk Karin Ósá Eliasen bræv frá Jostein Kvaloy úr Haugesund. Jostein skrivar, at hann hevur funnið fløskupostin, sum Karin tveitti út á Sjómannadegnum. Karin fekk ikki sjálvt brævið, sum hon legði í fløskuna við, so vit vita ikki nær hesin fløskuposturin er kastaður. Ongir fløskupostar vóru tveittir út í 2014, so tað má í hvussu so er hava verið áðrenn tað.

Brævið til Karina er í stórum hetta:

Til Karin ósá Eliasen

Hey Karin.

Tá kona mín og eg vóru á oynni Leka og leitaðu eftir ”Trim” posti, komu vit fram á tín ”fløskupost” við eina vík, sum eitur Korsvika.

Eg sendi tær eitt kort yvir Leka. Ein krossur er settur, har eg fann fløskupostin hjá tær.

Eg havi eitt summarhús á oynni, har havi eg eisini sett ein kross.

Sum tú sært, so er hetta ein lítil oyggj mitt í Noregi.

Eg eri pensionraður skipari og búgvi ú Haugesund. Eg eri føddur á Leka, tað er tí eg havi summarhús har.

Eg og kona mín hava fýra børn og tann elsta eitur Karin.

Eg og kona mín ynskja tær alt tað besta framyvir og vóni at tú fert at fáa góðar karakterir í skúlanum.

Bestu ynskir

Jostein Kvaloy