Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eik hálvmaraton, motiónsrenning og barnarenning í morgin

John William Joensen

Í morgin verður stórur rennidagur í Klaksvík, tá Treysti skipar fyri Eik hálvmaraton Klakvík 2015. Í hálvum maraton skulu føroyameistarar finnast. 130 rennarar høvdu meldað seg til tá freistin var úti mikukvøldið.

Umframt hálvmaraton, so verður eisini skipað fyri 7 km motiónsrenning og barnarenning. Til motiónsrenningina hava longu omanfyri 100 rennarar meldað til, harav eini 80 starvsfólk hjá Klaksvíkar Kommunu. Freistin at melda til á netinum (www.fif.fo) til motiónsrenning og barnarenning er úti í kvøld, men ein kann eisini melda í seinasta lagi hálvan tíma áðrenn renningin byrjar. Tann tilmeldingin fer fram í deildini hjá Eik frá kl. 11.30.
Børnini byrjað at renna kl. 13.30 og tey vaksnu, hálvmaraton og motiónsrenning, renna kl. 14.00.
Rutan er frá Eik út til Bumshamar og aftur, norður á Kósina og aftur. Motiónsrennararnir renna eitt umfar, meðan hálvmaraton er trý umfør. Meðan renniningin fer fram verður ongin ferðsla loyvd á rutuni.
Startur og mál eru uttanfyri Eik. Telt verður uppsett við máløkið, har kaffi og annað gott verður at fáa ella kann keypast.
Treysti vónar at fólk sum búgva framvið rutuni fara at stuðla rennarunum og stuttligt um onkur eisini spælir tónleik meðan tey renna.
Eisini vóna tey úr Treysti at nógvir áskoðarar koma oman í býin at hyggja og stuðla rennarunum.