Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ikki rætt hevur fylgir við sær

Jóhannes M. Olsen

Eru skeivleikar í ætlan og gerðum á sjógv ella landi verður endin oftast hareftir, somueliðis í okkara persónliga lívi, óneyðut at siga annað, vit eru øll meir og minni fakfólk á økinum.

Fara vit inn og t.d. broyta ætlanina við lív og læru hansara, sum gav og gevur lív, kenna vit fylgirnar. Sum land, fólk og einstøk eru vit umsitarar, vit blivu av við umsitingarrættin tá menniskjan yvirgav hann til hin ónda frá lívsinsmorgni.

Men nú eru tey góðu tíðindini tveytúsind ár, síðan tann nýggji Adam aftaná kross og grøv afturvann menniskjum eitt forlík við faðirin og rætt at skipa fyri, og biða um, at góði vilji hansara má henda sum í himli so á jørð, sambært Guðs skipan við øllum lívi á jørð. Skaparin hevur ongan B-plan lagt fyri dagin á hesu øki, men vil gjøgnumføra sína upprunaligu ætlan við skaparverkinum og okkum menniskjum, persónliga og vegna fólk okkara vildi eg hildi at frálíka orðatak í nýtt verður” eg takki fyri álitið” vildi verið væl passandi her.

Ein av hendingunum á lívsleiðini, var fiskiskapur við Amerikanskum trolara í Alaska, fyrst í nítiárunum.

Nevni hettar í samband við omanfyri umrødda, tí eg mátti hoyra fyri, at vit føroyingar høvdu verið viðvirkandi, at tøma norðatlanshavi fyri fisk. Hesa ábreiðslu var mær torført at afturvísa, eg kendi teir flestu og bestu fiskimenn okkara. Men tá íð eg sá hvussi tilfongi her nú bleiv hagreitt umborð nevniliga, at tað vóru tíðir tá íð transportbandi í man sorteraði fiskin eftir, hevði ilt við at stúða fisk út gjøgnum skipssíðuna.

At byrja við vártúrarnar bleiv bert torskur inntykin, restin tveitt fyri borð, reyðsprøku líknandi flatfiskur, o.a. laksur, o.s.v.ein gjørdist illa við, eg kundi ikki huga eg áður havði sað nakað líknandi í norðatlantinum, sjálvt um, at hava hoyrt frásagt dømir um tað sama frá fiskimonnum.

Eg minnist eg segði við skiparan, at hann mátti í bakhøvdi sínum, hava eina meting um, sambært henda háttin av fiskiskapi, hvussi langa tíð hann roknaði við fullum trolposa, hvørja ferð hann hálaði og um hesin flotin av skipum í her lógu, framhaldandi kom at gera seg út til fiskiskað á hesum leiðum, hann svaraði, tú kennir úrslitið, eg kvíði fyri útfallinum .

Fyrsti maður á mánanum L.Armstrong, skal aftrurkomin haðani, standandi á trappuni til tempul Jerusalems, hava úttala, tað var eitt stórt stig fyri mannaættina at koma til mánan, men hvat er tað, aftrurímót at standa á hesi trappu, hvar sonur Guðs hevur gingi. Hesin Jesus Kristus, Armstrong sipar til, er framvegis viðkomandi, sum ongantíð fyri okkum øll, hann læt mannaættini eftir seg hesi kendi orð síni, “Tit kunnu ikki tæna Guði og mammon.”

Vit vita tá íð havsins ríkidømi ikki verður umsiti á rættan hátt. Orsaka meg, tað minnir um eina av lívslygnunum, at vit proppa niður í fólk og eftirkomararnar, at ognin t.d. er Føroya Fólks-.

. Vit umsita virðini og hava ábyrgdini, men ognarrætturin er Guðs.

Síðan eg kendi meg illa við, á verksmiðuni í Beringshavinum á sinni, og kom í hug, orð Kristusar, “Tit kunnu ikki tæna Guði og mammon,” hevur tankin fylgt mær, har tóktist trupuleikin úttilukkandi mammon, toskur gav meir í kassan vártíðina og fekk alt lastaplássi, væl skjiljandi, sjálvandi fekkst mest burturúr, tað var tí man var til fiskaríð. Men tá so restin fór aftur í havið leypur ketan av, mánar seinri hevði flatfiskur besta prís, og rundfiskurin út av síðuni.

Her heima tjakast man um tørvin og møguliga lóggávu fyri at fáa hendur á torskarhøvdum, sum m.a. møguliga skal áleggjast ávísum fiskjuførum og manningum at koma við til landi, Sjálvandi var tað ynskiligt.

Men tað er uppá sítt pláss her, serliga viðvíkjandi okkum sum fólk og børnum okkara, sum vit í hesum døgum, sambært miðlar og polittikarar, savna pening inn, so børn ikki skullu fara grátandi í song vegna svongd. Líka at nevna allan tann mat, forrættningar o.o. tveita vekk.

Um heystarnar er tað vannligt at manningin á ruskbilunum hjá IRF heitir á fólk um at reinsa vembur o.a. árenn fylt verður í ruskpoan, høvur og restin av innvølinum fer ofta sama veg, m.a. eisini á sjógv. Hetta sigst henda hóðast bæði fólk og stovnar fáa henda mat reinsaðan gratis til boðið, men avvísa. Sjálvt partur av ullin verður send á brennistøðina, sum illa vil brenna hana, tí tað gevur trupuleikar í forbrenningini.

Tankin um omanfyri umrødda, er avskrekkjandi fyri ein, sum, eins og forfedrarnir, er uppvaksin m.a. av hesum frálíka heimliga kosti saman við mjólk o.ø.

Ein freistast at halda, bara vit ikki sum fólk við upploystu familjum, heimunum og harav ridlandi grundstulunum samfelagssins mugu ásanna fylgjurnar, hungur og annað. Vit mugu broyta hugsanarhátt, árenn ov seint verður og óbótaligur skaði er hendur føroysku fólkasálini.


Jóhannes M. Olsen