Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

So varð asfalterað

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Í ringa veðrinum her fyri mistu teir tveir dagar, sum kundu verið nýttir til asfaltering. Men í dag – fríggjadagin varð asfalterað av lívsins kreftum í dag.

So tá ið dagurin var liðin, mundu ikki vera nógvir snøklar eftir. Nú eru góðir 1.000 m2 afturat lagdir undir asfalt ella jarðbik.

Ikki kann sigast annað enn, at økið kring hallirnar nú verður snotiligt. Tað kemur eisini at læta upp fyri fleiri møguleikum uttanfyri svimji- og ítróttarhallirnar.

Hetta hóskar eisini væl til áhugaverdu Atlantic Fair-stevnuna, sum verður í komandi viku týsdagin 12. – hósdagin 14. mai, har hópin av fólki væntast at koma. Sanniliga kann hetta økið bjóða nógv ymiskt.