Rós til NSÍ og kritikkur til ÍF eftir kvøldsins dyst.
Meting av ÍF og NSÍ: Meðan NSÍ vísti klassa, so sá ÍF út sum eitt botnlið í seinna hálvleiki á egnum heimavølli í kvøld.
Líkindini vóru frálík og nógvir áskoðarar vóru komnir til dyst, tá ÍF og NSÍ møtust í einum dysti, sum skuldi geva svar uppá týðandi spurningar hjá báðum liðunum.
ÍF átti leikliga munin fyrsta hálva tíman, men fáir stórir møguleikar vóru í fyrra hálvleiki. Tað mesta í álopspartinum hjá ÍF kom umvegis innlegg frá høgra bakkinum Leivi Joensen. Einu ferðina fekk Jan Ó. Ellingsgaard gott skot á, men Andras Gango í NSÍ málinum bjargaði. Sum fráleið kom NSÍ betri við og átti leikliga munin seinastu løtuna av fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki var rætt og slætt klassamunur á liðunum. Oddaliðið NSÍ søkti at og royndirnar gjørdust naskari og naskari. Tað var bara spurningur um tíð, áðrenn hol kom á. Og tað blivu tveir deyðbóltar, sum góvu Pól Jóhannus Justinussen og NSÍ eina tvey-máls leiðslu. Og móti endanum skoraði føroya besti álopsleikari Klæmint A. Olsen til endaliga úrslitið 3-0, sum var fult uppiborið sæð yvir allar 90 minuttirnar.
NSÍ er FM avbjóðari
NSÍ hevur í ár havt tann fyrimunin, at teirra skrá fyrstu umførini hevur verið munandi lættari á pappírinum enn hjá teimum flestu. Hetta hava teir eisini gagnnýtt við at hava fingið fult stigatal á heimavølli. Spurningurin undan kappingini hjá Norðlýsinum var, hvussu teir fóru at brúka hesa evt. góðu byrjanina og um tað kundi geva nakað posetivt longri út í kappingina. Og nú síggja vit, at NSÍ hevur tikið nógv posetivt við sær frá góðu úrslitunum og sær út til at koyra á einari bylgju, har einki er ómøguligt. Støðan á stigatalvuni hjá NSÍ er so mikið góð, at óansæð úrslit, so vera teir við í FM stríðnum í fleiri umfør afturat. Nú hevur liðið vunnið á útivølli móti bæði TB og ÍF, og tað er ein staðfesting av, at liðið eisini á útivølli fær góð úrslit.
Leikarar spæla yvir evnir
Leikara fyri leikara er NSÍ á flestu plássum ikki nakað betri enn fleiri onnur lið. Í øllum førum ikki á pappírinum, sum tekur støðið í undanfarnu kappingarárum. Málini hjá Klæmint A. Olsen og skapandi spælið og uppleggini hjá Árna Frederiksberg og Jann Martin Mortensen hava verið har í fleiri ár. Har er tí einki broytt. Hinvegin eru tað fleiri av hinum leikarunum, sum vísa spæl á nógv hægri støði enn áðrenn. Tak t.d. miðverjuna við Per Langaard og Monrad H. Jacobsen. Móti KÍ spældu teir væl og í kvøld spældu teir ein framúrskarandi dyst, tá NSÍ annan dystin á rað helt málið reint. Á høgra bakki spælir Jóhan Jacobsen eins sannførandi sum í seinnu hálvu hjá KÍ í fjør. Meðan Einar Tróndargjógv nú í tveir dystir á rað hevur átt upplegg til mál í frísparksinnleggi. Júst deyðbóltar er ikki styrkin á NSÍ liðnum, men har hava vit sæð stóra broyting teir báðar seinastu dystirnar. Í kvøld spældu Jonhard Frederiksberg og Hákun Edmundsson ikki við og teir hava báðir verið sannførandi tann fyrsta triðingin, og tí er tað prógv um ein breiðan NSÍ hóp, sum venjarin Trygvi Mortensen dugur at fáa tað besta burturúr.
Nógv spurnartekin hjá ÍF
Var NSÍ avrikið í kvøld ein staðfesting av, at støðan er góð hjá teimum, so kann tað sama ikki sigast um ÍF. Fyrsti hálvi tímin var góðkendur, men tað sum ÍF vísti í seinna hálvleiki í kvøld var pínligt, tá hugsað verður um, at liðið spælir á heimavølli móti einum liðið, sum ÍF ikki hevur tapt ímóti á heimavølli í fleiri ár. Helst er tað langt síðani, at ÍF viðhaldsfólkini hava verið so vónbrotin um ein hálvleik. Venjarin Aleksandar Jovevic segði á Rás 2 eftir dystin, at eldru leikararnir manglaðu orku, tí teir høvdu verið til arbeiðis um dagin. Um tað var arbeiði sum var orsøkin skal vera ósagt, men hann hevur í øllum førum rætt í, at orkan manglaði í seinna hálvleiki. Tí tað er sjáldsamt at síggja ÍF megna so lítið í ein heilan hálvleik á heimavølli, har alt stendur uppá spæl. Og tað er yvir alt liðið hjá ÍF, at stórir trupulleikar eru. Málverjin Pedrag Markovic, sum annars ikki hevur kostað nógv mál í ár, átti lut í minst einum máli. Í miðverjuni gjørdi Bartal Eliasen so nógv fríspørk í vandamiklum støðum, at tað mátti kosta til endans, og tað var tað sum hendi, tá NSÍ skoraði til 1-0. Og so er tað samansetingin við miðvølli og álopi, sum ikki riggar í løtuni. Clayton og Adeshina hava enn nærum einki spælt saman og tað sást, at teirra samanspæl ikki koyrir enn og spurningurin er, um lítli vøllurin í Fuglafirði fer at fáa tað besta burturúr Adeshina Lawal, sum hevur sína styrki í at hótta økið aftanfyri verjuna hjá mótstøðuliðnum. At spæla við tveimum álopsleikarum inni í senn setur eisini stór krøv til miðvøllin og tann kvalitetin hevur ÍF ikki, tá Karl Løkin ikki er tøkur, sum hann ikki var í kvøld. Hjá ÍF skal ein sjálvandi hava í huga, at tríggir lyklaleikarar – Andy Olsen, Karl Løkin og Dánjal á Lakjuni – ikki vóru við hendan dystin. Men ein annar trupulleiki er, at leikliga sæð, so hevur ÍF havt trupulleikar alt kappingarárið og 11 stig eru tí kanska ikki meir, enn teir kunnu krevja í Fuglafirði útfrá teimum fyrstu 10 umførunum, tí tað eru ikki nógvir dystir, har ÍF hevur verið betra liðið sæð yvir 90 minuttir.
Dysturin í kvøld staðfesti, at NSÍ í løtuni er eitt seriøst boð uppá eitt lið, sum fer at stríðast um FM til tað seinasta, meðan spurningarnir um ÍF liðið bara blivu fleiri enn frammanundan.




