Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hesaferð koppaði tað til KÍ

Jákup Ósá. Myndir: Oliver Joensen

Dystarfrásøgn:So hevur Kí vunnið móti einum av teimum \’\’stóru\’\’ liðunum.

Dystarfrásøgn: KÍ staðfesti mótiVíkingi, at í Klaksvík kunnu klaksvíkingar vænta at fáa góðúrslit í ár. Í øllum førum um dømast skal útfrá fyrstu 5heimadystunum, har KÍ hevur vunnið 4 dystir.

Hjá KÍ var ein broyting íuppstillingini, nú Sørmundur Kalsø var so mikið skaddur, at hannikki kundi spæla. Sostatt manglaði KÍ Gunnar Christiansen, SørmundKalsø, Ísak Simonsen, Heðin á Lakjuni, Tórur Justesen, PeturAndreasen og Kenan Hajdarevic, har Kenan tó var so mikið væl fyri,at hann kundi byrja á bonkinum og spæla seinasta hálva tíman.Henry Heinesen kom inná høgra bakk fyri Sørmund Kalsø og taðskuldi vísa seg at vera ein skilagóð avgerð frá KÍ venjaranumMikkjal K. Thomassen. Sigfríður Clementsen yviraskaði við atbyrja við eini 3-5-2 uppstillimg, har Súni Olsen spældi sentralt ímiðverjuni. Sum heild ein taktikkur, sum ongantíð kom at virka íhesum dystinum hjá Víkingi og í Víkingi má spurnartekin setastvið, hvussu ofta tað hevur loyst seg at havt Súna Olsen íverjuni, har hann spælir væl, men har missurin á miðvøllinum ereyðsýndur fyri leikaran hjá Víkingi, sum leggur upp til flestmál.

Víkingur kom á odda 1-0, tá stórtpersónligt mistak frá Ndende A. Guéye endaði við, at FinnurJustinussen kom at standa leysur og kundi skora til 1-0. Løtu seinnigjørdi Ndende aftur stóran feil, har Víkingur tó ikki fekk mál.Men síðani spældi hann seg sterkt upp og saman við hinum íverjupartinum slapp Víkingur ikki til nógv í dystinum. Eftir eittfyrsta korter, har KÍ einki vísti, so kom lív í heimaliðiðeftir, at Páll A. Klettskarð hevði havt skot á stongina. SamiPáll var vandamikil seinni, men KÍ fekk javnað, tá Mayowa Allisendi gott innlegg innfyri, har Jóannes Bjartalíð hevði runniðseg í góða støðu og fekk javnað til 1-1. Løtu seinni svaraðiAtli Danielsen, sum hevur havt trupult við at avrikað á nøktandistøðið fyrsta triðingin av kappingini, sínum kritikkarum við at javna viðfrálíkan skoti við vinstra beini. Atli spældi ein av sínum bestudystum hetta kappingarárið.

Í seinna hálvleiki setti Víkingurseg meir á dystin. Trupulleikin var hjá útiliðnum, at tað skaptieinki nevnivert av stórum møguleikum. Nakrar royndir komu á KÍmálið, men sum oftast var tað úr støðum, har trupult er at fáamál. Móti endanum blivu snarálopini hjá KÍ meira og meiravandamikil. Víkinga málverjin Geza Turi gjørdi óneyðugtbrotsspark móti Páll A. Klettskarð í 83. minutti og tá KÍ færbrotsspark og Henry Heinesen skjýtur, so hava KÍ áskoðararnirongantíð enn verið vónbrotnir og aftur hesaferð setti hannbóltin trygt í netið. 3-1 og dysturin var avgjørdur hildu teyflestu. Men gøtumonnum líkt (orsaka leirvíkingar), so stríddistútiliðið til tað seinasta og í yvirtíðini minkaði HanusJacobsen um munin. Og í seinastu sekundunum noyddist Ndende A. Guéyeat strekkja seg fyri at bjarga einari roynd á sjálvari málstrikuni.Hetta gjørdi, at KÍ vann 3-2 og sæð yvir allan dyst hevðiheimaliðið helst uppiborið sigurin. Seinastu løtuna fingu GezaTuri og Mayowa Alli reyða kortið eftir, at teir brustu saman ínærdysti undir hornasparksstøðu.

Á KÍ liðnum valdi Bláa BylgjanHenry Heinesen, nýggja høgra bakkin, til dagsins leikara og hettavar ikki óuppiborið. Henry var við í tveimum av KÍ málunum ogvardi annars væl í sínari síðu. 18 ára gamli Jóannes Bjartalíðskoraði sítt 2. mál hetta kappingarárið og tá hann samstundishevur lagt upp til 3 mál, so er hann við í kappingini um ársinsstjørnuskot í Effodeldini, um vit hyggja eftir fyrstu 10 umførunum. KÍ hevur 14stig fyri 10 umfør og klaksvíkingar stríðast í løtuni saman viðHB og Víkingi um 3. og 4. pláss í deildini. Hinvegin sær út sum,at Víkingur enn einaferð fær trupult við at geva kapping um FMheitið til tað seinasta. Undan dystinum í dag hevði KÍ bara vunnið móti nummar 8, 9 og 10, men nú hava klaksvíkingar prógvað, at teir eisini kunnu vinna móti teimum ”stóru”.