Undirtøkan fyri Atlantic Fair hevur hesaferð verið sera stór, so stór, at neyðugt hevur verið at sett telt upp uttanfyri, har stórar maskinur verða framsýndar, harafturat eru allir básarnir í hallunum báðum seldir hesaferðð.
Vit fingu tánna á Aka í Skemmuni, stjóra fyri Atlantic Fair fyri løtu síðani. Hann sigur, at beint nú stendur alt í einum roki í KÍ høllini og Badmintonhøllini. Framsýnarar rokast við at gera seg liðnar til í morgin, tá framsýningin letur upp.
Upp á fyrispurning um hvussu gingist hevur við fyrireikingunum, sigur Aki í Skemmun, at tað hevur gingið sera væl. Sjálvandi er tað ein stór avbjóðing hvørja ferð at fáa gongd á eitt so stórt átak, men við góðum kreftum hevur tað gingið væl higartil og vit vera klárir ímorgin.
Sum sagt, so letur Atlantic Fair upp í morgin kl. 10.00. Kl. 10 30 bjóðar borgarstjórin Jógvan Skorheim vælkomin og síðani setur Kaj Leo Holm Johannesen stevnuna.
Norðlýsið var framvið fyri lítlari løtu síðani við myndatólinum:




