Næstan eitt heilt lið kann koma at sita uttanfyri hósdagin.
Heili 10 leikarar kunnu koma at sita uttanfyri vegna skaðar og leikbann hósdagin.
Tá KÍ seinasta vikuskifti spældi dystir í bæði Effodeildini og 1.deild, so sótu Gunnar Christiansen, Ísak Simonsen, Heðin á Lakjuni, Ivan Joensen, Petur Andreasen, Sørmundur Kalsø og Kenan Hajdarevic uttanfyri, tó at Kenan var førur fyri at spæla seinasta partin av dystinum í Effodeildini. Teir flestu sótu uttanfyri vegna skaðar. Tá 1.deild spældi, so fekk Tórur Justesen eisini eina skaða, sum gjørdi, at hann fekk ikki verið á bonkinum sunnudagin.
Og í dag gjørdist greitt, at Mayowa O. Alli hevur leikbann í tveir dystir fyri sítt reyða kort móti Víkingi, meðan Jákup B. Andreasen fær leikbann í fýra dystir fyri reytt kort í U18 kappingini, sum eisini er galdandi í Effodeildini. Sostatt kann hann ikki spæla á Effoliðnum móti HB, TB, FC Suðuroy og AB.
Bara 4 dagar eru ímillum Víkinga og HB dystin, so tað vera neyvan nógvir leikarar tøkir hósdagin, sum ikki spældu í vikuskiftinum. Sum skilst er tó møguleiki fyri, at onkrir av leikarunum røkka dystinum antin við at vera heilt klárir ella við at kunna sita á bonkinum. Kenan hevur m.a. kunnað spælt seinasta partin av dystunum teir báðar seinastu dystirnar.
Sostatt kann KÍ í ringasta føri koma at mangla hesar leikararnar hósdagin móti HB:
Gunnar Christiansen
Mayowa O. Alli
Ísak Simonsen
Sørmundur Kalsø
Heðin á Lakjuni
Ivan Joensen
Tórur Justesen
Jákup B. Andreasen
Kenan Hajdarevic
Petur Andreasen




