Í gjár vóru umboð frá Klaksvíkar Róðrarfelag og heintaðu nýggja Klaksvíking frá Sámali Hansen, bátasmiði. Klaksvíkingur stendur nú hjá Klaksvíkar Autolakering, har hann verður lakeraður. Tá báturin verður flotaður, fer KRF at gera okkurt serligt burturúr. Um góðar tríggjar vikur er Norðoyastevna, sum er fyrsti FM róðurin í ár.
Myndir: Ísak Mikladal




