Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umstøðurnar eru vánaligar

Danial Viðoy

Kappróðrarumstøðurnar hjá Klaksvíkar Róðrarfelag eru ikki nøktandi. Umstøðurnar at flota bát eru eftir hondini alt annað enn góðar.

Kappróðrarumstøðurnar hjá Klaksvíkar Róðrarfelag eru ikki nøktandi. Umstøðurnar at flota bát eru eftir hondini alt annað enn góðar.

Tað er eitt sindur óheppið at tað er neyðugt við kavaraútgerð til tess at flota ein kappróðrarbát í Klaksvík. Tí tað er tað. Langstivlar eru ikki nokk. – Kapprógvararnir mugu passa seg eftir flóð og fjøru, og tað er ikki nøktandi í hesum døgum.

– Vit fáa ikki vant hvønn dag, tí fjøran ger bátadráttin óbrúkiligan. Tíðum mugu vit vassa út eftir kappróðrarbátinum, fortelur gentumanningin hjá Fípuni Føgru.

Tað er eisini eitt sindur trupult at vassa út í, tí botnurin er so sera bleytur. Í gjár mistu tær einar tuflur í bleyta sandinum. – Tað er kanska heldur ikki so skilagott at vassa út í bleytan botn við tuflum, vil undirritaði líka viðmerkja.

Eygað sær, at okkurt má gerast við hendan trupulleikan. Skal kommunan dýpa út fyri dráttin, ella skal róðrarfelagið seta pengar í turrdraktir? Ella skal tað finnast ein heilt onnur loysn? – Flóð og fjøru fáa vit ikki gjørt nakað serligt við.

Tað er ikki so nógv annað at skriva um hetta, men bert vísast á, hvussu umstøðurnar eru. Myndirnar niðanfyri kunnu tala sína søk.