Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skjótir í vendingini – Kommunan rættir KRF eina hjálpandi hond

Myndir: OJ Tekstur: DV

Í morgun legði Norðlýsið ein grein út, sum lýsti trupulleikan, sum kappróðrarfólkini hava, tá ið bátur skal flotast. Kommunan tók hetta alvorligt, tí nú er longu farið undir at loysa trupulleikan.

Í morgun legði Norðlýsið ein grein út, sum lýsti trupulleikan, sum kappróðrarfólkini hava, tá ið bátur skal flotast. Kommunan tók hetta alvorligt, tí nú er longu farið undir at loysa trupulleikan.

Um ellivutíðina í morgun stóð hetta at lesa á Norðlýsinum:

UMSTØÐURNAR ERU VÁNALIGAR

Seinnapartin fór kommunan í gongd við at betra um umstøðurnar at draga bát hjá Klaksvíkar Kappróðrarfelag.

Greinin í morgun fýltist á umstøðurnar, men hendan greinin skal rósa Klaksvíkar Kommunu fyri at taka trupulleikan í ramasta álvara, og fyri at gera tað, sum er neyðturviligt.

Vónandi fer hetta at elva til, at tað nú verður lættari hjá rógvarunum at draga og flota bát.