Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meginfelagið teirra, ið bera brek í Føroyum

John William Joensen

MBF hevur á aðalfundi í kvøld, týskvøldið 19. mai 2015, havt aðalfund. Á fundinum varð samtykt at broyta navnið á felagnum frá “Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum” til “Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum”.

Tíðindaskriv frá MBF:

MBF hevur á aðalfundi í kvøld, týskvøldið 19. mai 2015, havt aðalfund. Á fundinum varð samtykt at broyta navnið á felagnum frá “Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum” til “Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum”.

Á skránni var eisini starvsnevndarval. Yvonna Hjaltalin, sum einastu fýra árini hevur sitið í starvsnevndini, og seinastu tvey árini verið næstforkvinna, kundi ikki stilla uppaftur. Inn fyri hana kom Jákup Danielsen fyri Felagið fyri hoyribrekað í Føroyum inn.

Seinasta árið hevur verið eitt hendingaríkt ár fyri MBF. Ein av stóru hendingunum var verkætlanin við skuggafrágreiðingini viðvíkjandi ST sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek, sum byrjaði í januar, tá ið frágreiðingin varð send ST nevndini. Í tveimum umførum var MBF í ST, og hevur í báðum førum hildið røðu fyri ST nevndini, umboða limafeløgini og tala søk teirra. Hetta hevur verið ein spennandi tíð, har vit longu nú síggja úrslit.

Umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek í Føroyum, eru ymiskar, og tað velst um, hvat sjónarhornið er, tá ið tosað verður um, hvussu støðan er. Sum heild er hugburðurin hjá føroyingum opin og vit kunnu vera samd um, at umstøðurnar eru betraðar seinastu árini.

Avbjóðingin í komandi tíð verður avgjørt at fáa tað, sum longu er sett á skinnarar innan útbúgving, bústaðir og atkomu sum heild, sett í verk, so at vit veruliga síggja munagóðar loysnir, sum gagna teimum, sum hava tørv á teimum.