Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FOR FULD BLÆS á konsertferð í Føroyum

Tíðindaskriv

Á Hvítusunnu fær Tórshavnar musikkskúli vitjan av harmoniorkestri úr Allerød í Danmark.

FOR FULD BLÆS, sum orkestrið kallast, er eitt stevnuorkestur/harmoniorkestur við uml. 50 spælarum, mannað við blásarum og slagverkspælarum úr Norður Sælandi og úr Keypmannahavnar leiðini. Orkestrið er samlað nøkur vikuskifti um árið til venjingar og at spæla konsertir. Leiðarar fyri FOR FULD BLÆS eru Martin Kejser og Susanne Østergaard úr musikkskúlanum í Allerød.

FOR FULD BLÆS er á hvørjum ári við í Musikskolernes Dag í Tivoli. Annaðhvørt ár eru tey á ferð uttanlanda – í ár í Førjum. Hini árini skipa tey fyri konsertum saman við kendum donskum solistum.

Nøkur foreldur hava skipað seg í eitt stuðulsfelag hjá orkestrinum. Endamálið er at skaffa fígging til ferðir og konsertir.

FOR FULD BLÆS fara at búgva í Eysturskúlanum, meðan tey eru her. Seinasta skúladag, fríggjadagin 22. mai, fara tey at spæla fyri teimum elstu flokkunum har.

Hesar felagsvenjingar og konsertir vera saman við næmingum í Tórshavnar musikkskúla:

Leygardagin 23. mai kl. 11.30 er matiné í Vesturkirkjuni við Føroya klarinettorkestri og Allerød klarinettum, føriskum og donskum fagottnæmingum og Allerød Blæs.

Sama dag kl. 15.00 er konsert í forhøllini í Norðurlandahúsinum við FOR FULD BLÆS og Messingbólki Tórshavnar Musikkskúla. Hetta er beint áðrenn Crossover konsertina hjá Tónleikarum á veg við Tónleika Miðnáms næmingum.

Hvítusunnudag, sunnudagin 24. mai kl. 16.00 verður felagskonsert í Læraraskúlahøllini við FOR FULD BLÆS og Skúlaorkestri Tórshavnar Musikkskúla.

Tað er ókeypis atgongd til øll tiltøkini við donsku gestunum.