Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðmerking til Steinbjørn O. Jacobsen

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Steinbjørn O. Jacobsen leggur í grein í síðstu viku eftir norðoyapolitikarunum. Greinin er lítið virðilig og niðursetandi og Steinbjørn er ikki fair. Hartil avdúkar hann eisini, at hann fylgir illa við, hvat rørist rundan um hann, ella vil hann ikki síggja tað.

Steinbjørn O. Jacobsen leggur í grein í síðstu viku eftir norðoyapolitikarunum. Greinin er lítið virðilig og niðursetandi og Steinbjørn er ikki fair. Hartil avdúkar hann eisini, at hann fylgir illa við, hvat rørist rundan um hann, ella vil hann ikki síggja tað.


Stríðast á vøllinum

Hann sigur í greinini , at landspolitikarar í Norðoyggjum gera onki til nyttu. Teir eru initiativleysir, líkasælir, egoistar, brenna ikki fyri sakini, bara fyri sær sjálvum, arbeiða ikki saman,osv. Hetta vísir, at Steinbjørn fylgir sera illa við, hvat gongur fyri seg i løgtinginum. Hann spyr hvar fulltíðarpolitikarnir í Norðoyggum eru. Eg havi hinvegin hug at spyrja, hvar hann hevur verið.

Tað er rætt, at ongin er fullkomin og ein kend vending sigur, at øll eru sær sjálvum næst, og tað er helst okkurt um tað . Eri kedd yvir, at hann metir norðoyapolitikarnir vera nakrar egoistar, ja eftir øllum at døma størri egoistar enn fólk flest og onnur tingfólk. Helst eisini størri egoistar enn tjóðveldisfólk.

At løgtingslimir úr Norðoyggjum ikki halda saman er ókent fyri mær. Tað hevur verið okkara vørumerki, at vit hava staðið saman um mál, sum viðvíkja Norðoyggjum. Annars høvdu vit ikki havt fingið nakað av skafti.

Hann skrivar, at ein politikari eigur at vera góður við sín uppruna og við sín heimstað. Millum reglurnar uppfati eg hetta sum, at norðoyapolitikarar ikki eru góðir við sín uppruna og sín heimstað.Hetta eru grovar skuldsetingar og langt úti,og eg mátti lesa tað umaftur fyri at trúgva tí.

Tað er nemt, bíligt og simpult at skuldseta tingfólk fyri bæði líkt og ólíkt. Hevði ikki væntað hetta og so slettis ikki frá einum royndum manni sum Steinbjørn.

Kann bara tala mína vegna og vil staðiliga afturvísa øllum uppáhaldum í grein hansara.Havi verið á vøllinum frá fyrsta brígsli og havi eisini kempað fyri Norðoyggjum í øllum viðurskiftum síðan eg kom á ting.

Havi mangan víst á ymiskt, bæði alment og ikki alment. Havi eisini víst mína misnøgd, tá tað m.a. kemur til handfaringina av Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Serliga bleiv gjørt vart við, hvussu miseydnað tað var, at fyrrverandi partamaðurin hjá Steinbjørn valdi at flyta stórar partar av vælvirkandi urologifunktiónina av Klaksvíkar Sjúkrahúsi.


Úrslit

Tað eru eldsálir, sum ikki geva upp, sum hava dirvi og sterkan vilja, tá stig vera tikin til

– at Klaksvíkar sjúkrahús fyri fyrstu ferð í 25 – 30 ár fekk “bara” 17 mió. til viðlíkahald og umbygging. Hetta við atliti til at dagføra Klaksvíkar Sjúkrahús.

– at Viðareiðistunnilin blívur til veruleika. Ein íløga uppá uml. 162 mill.

– at Tekniski skúli í Klaksvík verður útbygdur fyri 36 mill.

– at fleiri útbúgvingar innan matvøruøkið byrja á Tekniska skúla í Klaksvík aftaná summarferiuna.

– at Havnin í Svínoy hesa setuna hevur fingið játtað 2,5 mill til útbygging.

– at Hvannasunds havn verður bygd út, har tað eru avsettar 2 mill til endamálið. Ja, enn tá Múlavegurin hevur fingið 1 mill til dagføring.

– at Íbúðir til fólk við serligum avbjóðingum verða bygdar á Brekku í Klaksvík. Her verður klárt at flyta inn í summar.

– at trygdin í tunlunum Norður um fjall er munandi batnað og tað verður arbeitt víðari við at bøta enn meira um trygdina.

– at peningur er settur av til arbeiði í tunlunum á Kallsoynni á hvørjum ári.

Onkrar av hesum upphæddunum kunnu helst tykjast lítlar, m.a. 17 mill til Klaksvíkar Sjúkrahús, men tað var hetta, sum politisk semja fekst um hesuferð. Hetta er hóast alt so nógv tann størsta upphæddin, sum er játtað til Klaksvíkar Sjúkrahús í 25 – 30 ár.


Snýr seg um at finna loysnir

Tað vil altíð vera ymiskt hvussu vit raðfesta. Okkurt annað skuldi verið gjørt og okkurt skuldi ikki verið gjørt. Okkurt kundi verið gjørt aftrat ella gjørt øðrvísi, ella í aðrari raðfylgju.Vit kunnu altíð kjakast um , hvussu vit brúka skattapengarnar og nær.

Eri samd í, at tunlarnir Norður um Fjall skuldu verið gjørdir áðrenn Viðareiðistunnilin, men tað var hetta,sum politisk semja fekst um, og soleiðis bleiv tað.

Tað velst ofta um eygað, sum sær og áhugamálini og sjónarmiðini eru ymisk. Tað vil altíð vera nógv, sum kundi verið gjørt betri og øðrvísi, men tað snýr seg um at finna loysnir/semjur og koma víðari.


Landsstýrismaðurin meldar ikki út.

Havi bæði í skrift og talu arbeitt fyri Norðoyggjum. Havi roynt at gjørt mína ávirkan galdandi og havi roynt at fingið okkurt gott burtur úr allastaðni, har tað hevur verið møguligt.

Havi eisini fleiri ferðir verið eftir landsstýrismanninum í heilsumálum. Steinbjørn kundi passandi spurt landsstýrismannin um hetta ikki er so.

Havi tosað við hann um støðuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Havi havt skrivligar fyrispurningar til hansara um støðuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og havi skrivað greinar í bløðini um Klaksvíkar Sjúkrahús. Tað er langt langt síðan hann bleiv biðin um at melda út, hvørjar funktiónir skuldu verða á hvørjum sjúkrahúsi, soleiðis sum niðurfelt í samgonguskjalinum.

Alt stríðið hevur ikki rinið nóg væl við hjá landsstýrismanninum í Heilsumálum. Tíverri valdi hann, heilt óskiljandi at flyta stórar partar av vælvirkandi urologiini úr Klaksvík. Tíverri hevur hann heldur ikki skorið ígjøgnum, og sagt hvørjar funktiónir skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi, sjálvt um hann hevur lovað tað óteljandi ferðir. 


Er tað eitt endamál at vera ímóti?

Sagt verður, at løgtingsumboðini í Norðoyggjum ikki tora at tala Tórshavn ímóti. Tað eigur ikki at vera eitt endamál í sjálvum sær at tala Tórshavn ímóti. Tað førir sjálvdan nakað gott við sær at liggja í hvør síni skotgrøv og skjóta ímóti hvørjum øðrum. Tað hava vit sæð alt ov nógv til. Tað er kanska eitt av vørumerkjunum hjá tjóðveldi. Buldur og brak og mjarr og knarr um alt, sum onnur gera, men ov fá ítøkilig úrslit. Tó so, so var tjóðveldi í Klaksvíkar Býráð við til at hækka skattaprocentið í Klaksvíkar Kommunu. Sum øll vita, so rakar hetta lág- og miðalinntøkurnar sera meint.


Nyttar ikki at klamsa við hurðum

Um boðskapurin hjá Steinbjørn er, at vit skuldu fari úr samgonguni, so skal upplýsast at tað er ikki ætlanin.Ein fær sjálvdan nakað gott burtur úr at spæla fornermaður og stinga í sekkin og rýma. Trúgvi heldur ikki Klaksvíkar Sjúkrahús hevði fingið nakran fyrimun av tí. Ei heldur Norðoyggjar.

Tað liggur heilt fast, at eg vil stríðast og brúka mítt mandat til ávirkan. Um veljarin vísir mær álit, so heldur stríðið fram.


Seinasta nýggja á sjúkhúsøkinum

Kann til seinast upplýsa, at eitt samt løgting samtykti beint áðrenn tingið fór í summarfrí at heita á landsstýrið um at seta eina raðfestingarnevnd. Í hesi nevnd verða umboð frá øllum trimum sjúkrahúsunum, landslæknanum og avvarðandi yrkisbólkum. Uppgávan hjá hesi nevnd er at samskipa tænastur og at áseta hvørjar tænastur skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi. Hetta skal tryggja virksemi á øllum trimum sjúkrahúsunum.

Fari at gera alt, sum stendur í mínari makt fyri at tryggja framhaldandi virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.


Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur


Harleywoodpaint