Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gakk ella renn fyri heilsuna byrjar leygardagin kl. 11.00

Treysti

Nú leygardagin 23.mai kl. 11.00 byrjar Treysti aftur vælumtókta árliga afturvendandi tiltakið “Renn fyri heilsuna”, sum í ár eitur “Gakk ella renn fyri heilsuna 2015”. Fyrsti túrur verður frá og til klædnahandilin J.A.P.

Foto 

Ein nokkso stór broyting verður í ár, og tað er, at ístaðin fyri at renna 5 km, so ganga ella renna øll í 15 minuttir “út” og so venda øll heimaftur í senn. Hetta skuldi gjarna havt við sær, at øll koma aftur næstan samstundis! Startur og mál verða altíð í sama stað. Í skránni niðanfyri sást hvar byrjað og endað verður.

Byrjað verður kl. 11.00 hvønn leygardag. Undantikin er einans leygardagurin 6. juni á Norðoyastevnu, tá Treysti skipar fyri árligu Føroya Bjór Renningini. 
Foto 

Hildið verður á til leygardagin 12. september. Tilsamans gevur hetta 16 “Gakk ella renn fyri heilsuna” leygardagar. Fyri hvørja ferð ein hevur luttikið verður eisini møguleiki, at ogna sær ein lutaseðil, sum verður trektur 12. september. Høvuðsvinningurin verður eitt gávukort frá Fonn Flog umframt aðrar vinningar.
Foto
Øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka, og Treysti vónar at nógv taka av hesum møguleikanum, at koma út at røra seg saman við øðrum í summar.
Skráin fyri heilsurenningarnar sær soleiðis út í 2015:
1. 23. mai – J.A.P.
2. 30. mai – INN
3. 13. juni – HVÍTHÚS
4. 20. juni – HJÁ SKÓS
5. 27. juni – FONN FLOG
6. 04. juli – BERGLON
7. 11. juli – FØROYA KEYPSSAMTØKA 
8. 18. juli – BAKARÍIÐ HJÁ JÓRUN 
9. 25. juli – FONN FLOG 
10. 01. aug. – NUMO
11. 08. aug. – HJÁ SKÓS
12. 15. aug. – KBI
13. 22. aug. – INN
14. 29. aug. – HVÍTHÚS
15. 05. sept. – FØROYA KEYPSSAMTØKA
16. 12. sept. – BAKARÍIÐ HJÁ JÓRUN 
Stuðlar eru: Tryggingarfelagið Føroyar, KBI, EL-IN, Numo, Hvíthús, Bakaríið hjá Jórun, Hjá Skós, INN, Fonn Flog, Berglon, Føroya Keypssamtøka, J.A.P. og Rennarin.
Foto