Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt sindur av hvørjum veðri í vikuskiftinum

Hanus Kjølbro – SjóNám

Vikuskiftið komandi fer at bjóða uppá eitt sindur av hvørjum veðri.

Í dag er veðrið tengt at einum lágtrýsti, sum er statt í ein landnyrðingúr Føroyum. Lágtrýst draga luft til sín, og soleiðis sum hetta lágtrýstið er plaserað í mun til Føroyar, kemur luftin streymandi so ella so norðaneftir – tí kennist luftin køld. Heimasíða Landsverks sigur frá temperaturi, sum er 7 stig við tær lágt settu mátistøðirnar. Tær høgt settu vísa 4 stig.

Lágtrýstið fer longur burtur frá okkara leiðum í dag og fer at missa sín mátt her hjá okkum. Men eitt annað lágtrýst er á veg vestaneftir, og vit fara at merkja veðrið frá tí fyrrapartin í morgin. Í tíðarskeiðinum ímillum hesi lágtrýst fer ein hátrýstryggur at stinga seg upp ímóti okkara leiðum sunnaneftir – hátrýstryggir hava gott veður við sær. Nýggja lágtrýstið fer at seta sín dám á veðrið restina av vikuskiftinum.

Í kvøld fer vindurin av útnyrðingin at minka, og nakrar tímar eftir midnátt kemur útsynningurin aftur. Hann verður ikki heilt turrur, tí um middagsleitið fer at regna. Um 8 tíðina í annaðkvøld – hvítusunnuaftan – fer at slíta í, og ættin verður vestan. Vindferðin í morgin fer at liggja um eitt stívt andøvsgul til ein strúk í vindi, 8 til 12 m/s. Eftir middnátt leygarkvøldið fer at æla við sirmi og regni. Hitin hvítusunnuaftan fer at liggja um 9 – 10 stig.

Hvítusunnudag fer vindurin at koma úr útsynningi og vestri. Vindferðin fer at liggja um eitt stívt andøvsgul og ein strúk í vindi, 8 til 12 m/s – seinnapartin minkandi vindur, og ættin snarar upp í útnyrðing. Skýggjað og ælaveður. Hitin hvítusunnudag fer at liggja um 6 stig.

Annan hvítusunnudag fer ættin at liggja úr vestri – kanska eitt sindur hægri (av útnyrðingi). Vindferðin fer at liggja um eitt stívt andøvsgul 8 til 10 m/s. Turt og friðarlig at hyggja uppeftir – møguliga sólglottar onkrastaði í Føroyum. Um kvøldið fer vera skýggjað og okkurt ælið fer at vitja. Hitin annan hvítusunnudag fer at liggja um 9 til 10 stig.

Gott vikuskifti