Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Á Fólkating at gera onki?

Hannefíða Joensen

Eg fái ilt fyri bringuna at hoyra føroyskar politikkarar í ramasta álvara bjóða seg fram at fara niður á Fólkating fyri IKKI at reka politikk. Hví í verðini skulu politikkarar IKKI reka politikk? Er tað ikki júst eyðkennið fyri ein góðan politikkara, at hann brúkar sín sess at fremja sínar hugsjónir? Oukey, um ein ikki hevur hugsjónir, kann eg royna at skilja støðuna. Men hví stilla upp, um ein ikki hevur hugsjónir?? Minsta mát má vera at senda fólk við hugsjónum á danating, fólk, sum vilja luttaka í donskum politikki á jøvnum føti við hini fólkatingsumboðini.

Miðflokkurin hevur ta støðu, at føroysku umboðini á Fólkatingi eiga virkin at luttaka í donskum politikki. Politikkur hevur allur sín uppruna í hugsjónum – vónandi. Og hugsjónir eru ikki avmarkaðar av landamørkum. Um føroyingar til dømis vóru so skilagóðir at valt eitt umboð fyri Miðflokkin á Fólkating, høvdu vit sum dømi brúkt tingsessin til at broytt donsku fosturtøkulóggávuna. Rættur barnsins í móðurlívi er eins sterkur í Danmark og hann er um allan heim. At føroysku umboðini á Fólkatingi biðja um okkara atkvøðu fyri síðani at frásiga sær luttøku í donskum politikki, er ein stór joke.

Fólkatingsumboð føroyinga eiga at taka virknan lut donskum politikki. Orsøkirnar eru bæði nógvar og góðar.

1. Sum partur av ríkisfelagsskapinum hava vit føroyingar áhuga í danska samfelagnum og lóggávuni. So leingi, vit eru í hesum felagsskapi (við ella uttan okkara vilja), eiga okkara fólkatingsumboð at mynda danska lóggávu í tann mun, tað er gjørligt.

2. Donsk lóggáva hevur týdning fyri allar føroyingar, sum búgva í Danmark. Harumframt hevur hon týdning fyri føroyingar í Føroyum á nógvum økjum.

3. Donsk lóggáva er í stóran mun ES-lóggáva, sum aftur í stóran mun hevur ávirkan á føroyska lóggávu.

4. Hugsjónir eru universellar. Ein sannføring endar ikki við landamarkið, men er hin sama allastaðni. Á politiska pallinum møtast mótstríðandi hugsjónir. Tiga vit, har vit hava rætt (og skyldu) at tala, geva vit mótpartinum rætt. Tala vit ikki at, har vit eiga at gera tað, misrøkja vit okkara skyldu.

5. Kristni boðskapurin er ein góður boðskapur fyri eitt og hvørt samfelag. Ein kristin kann ikki lata vera við at leggja síni sjónarmið fram, tí hann veit, at tey sjónarmiðini eru til menning og framgongd fyri øll samfeløg.

Vónandi vilja føroysku umboðini á Fólkatingi í framtíðini hava ein virknan leiklut í donskum politikki.


Bill Justinussen, Miðflokkurin