Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Deknaskeið á Húsum

Tíðindaskriv

Hin 16.05.2015. skipaði kirkjuráðið í Húsa Kirkju, fyri deknaskeiðið, við sjónleikaranum Ria og Súsanna Tórgarð.

Bodnir við til skeiðið, vóru allir virkandi deknar í Norðoya Vestara prestagjaldið. Íalt møttu 12.

Okkara nýggji prestur Marjun Lómaklett, var á Kallsoynni hetta vikuskyftið og hevði kirkjuligar handlingar, og luttók hon eisini á skeiði.

Skeiði byrjaði uml. kl. 09.00 – í bygdahúsinum á Húsum. Byrja var við morgummati og har vit fyngu høvi til at heilsa uppá hvønnannan. Samstundis greiddu Ria og Súsanna frá, hvat var á skránni fyri dagin.

Eftir morgummatin var byrja við “upphitan”.

Síðani skuldu vit míkja røddina við “sangi” og “rópi”

Tá alt hetta var avgreitt – vóru vit deild í tveir bólkar og fór annar bólkurin við 6 luttakarar niðan í skúlan saman við Riu og hini 7 vóru eftir í bygdahúsinum, hjá Súsannu.

Nú byrjaði so sjálvt lestrar skeiðið.

Allir luttararnir høvdu fyngi sær okkurt stykkið at lesa, m. a. úr onkrum evangelið, onkrum epistli og onkur læs eina bøn.

Luttakaranir lósu hetta hart. Tá luttakarin var liðugur at lesa sítt stykkið, viðmerktu Ria og Súsanna – og hinir luttakarnir – henda lesnað.

Viðmerkingarnar vóru ymiskar, m.a. – at onkur skuldi lesa harðari – annar skuldi ikki lesa so hart. Onkur skuldi lesa skjótari og annar ikki so skjótt. – o.s.f.

Eisini onkur viðmerking var til, hvussu vit stóðu – meðan vit lósu.

Tá øll høvdu lisið tvær ferðir og vit høvdu gjøgnumgingið alt tilfarið, fóru øll oman í Húsa kirkju. Her lósu vit enn einaferð meðan vit stóu á kórsgáttuni, sum til eina vanliga deknaguðstænastu – og sótu hinir luttakaranir niðri í kirkjuni og lurtaðu.

Skeiði endaði áleið kl. 17.00.

Eitt sera gott og gevandi skeið.

Luttakaranir takka kirkjuráðnum í Húsa kirkju fyri at fyriskipað hetta skeið, og somuleiðis Riu og Súsannu Tórgarð fyri luttøku teirra. Hetta er heilt vist eitt skeið sum vit vilja viðmæla øðrum kirkjuráðum at fyriskipað, fyri deknum teirra. !


Deknanir í Norðoya Vestara prestagjaldið