Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Regatta 2015

Oliver Joensen

Felagið Føroysk Træseglskip sigur frá, at Føroya Regatta verður í vikuskiftinum frá 3. – 5 juli.

Skipini møtast í Leirvíksfirði fríggjadagin 3. juli og sigla norður til Eiðis, har Eiðis Kommuna skipar fyri tiltøkum á bryggjuni um kvøldið – samtíðis sum ein Norðurlendsk stevna er á Eiði.

Leygardagin 4. juli verður siglt vestur á Sørvág. Har skipar Sørvágs Kommuna fyri ymsum tiltøkum á bryggjuni – eisini í samband við , at kommunan fyllir 100 ár.

Aftur í ár hava ferðafólk møguleikan at sigla við. Ferðaseðlar fáast á kunningarstovunum kring landið ella umborð á skipunum.