Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ og HB spældu málríkan toppdyst

Ítróttur

Heili 7 mál komu í toppdystinum í Klaksvík millum KÍ og HB hjá U14 dreingjum.

HB fekk mál beinanvegin í dystinum og í 13. minutti økti útiliðið til 2-0. KÍ fekk minkað um minin áðrenn hálvleik, men í yvirtíðini av fyrra hálvleiki økti HB til 3-1. Sum heild var HB vandamiklara liðið í fyrra hálvleiki og dugdi væl at spæla skjótt og gott spæl, tá KÍ misti bóltin í uppspælinum. Í seinna hálvleiki var talan um ein javnan dyst, har HB skoraði 2 mál og KÍ 1 mál. Bæði liðini høvdu aðrar møguleikar, men málverjarnir stóðu væl. Endaliga støðan gjørdist sostatt 5-2 til HB, sum nú er oddalið í U14 kappingini við fullum stigatali.

KÍ-HB 2-5 (1-3)

0-1: Sveinur L.Olsen, 2. min.

0-2: Hanus Sørensen, 13. min.

1-2: Ari M. Jacobsen, 33. min.

1-3: Hanus Sørensen, 35. min.

1-4: Hanus Sørensen, 46. min.

1-5: Símun Sólheim, 61. min.

2-5: Ari M. Jacobsen, 65. min. (br)

KÍ: Fríðálvur Klakk – Suni Djurhuus, Hans Jacob Mellemgaard, Martin Baldvinsson – Jákup I. Beck, Ari M. Jacobsen, Óli E. Poulsen, Jonn Johannessen – Børge Petersen. Seinnu komu Kristian S. Eliasen og David Matras á vøllin. Janus Skaale var eisini í hópinum.

HB: Bjarti Vitalis Mørk, Regin í Geil Jacobsen, Petur Ovi H. Dam, Jónas Rasmussen, Aksel Olsen, Símun Sólheim, Sveinur L.Olsen, Hanus Sørensen, Poul Kjartan H. Horsdal. Seinni komu Jóhan H. Joensen og Dánjal Reginson á vøllin.