Fótbóltur, Keypmannahavn: Annað mansliðið hjá ÍF Føroyum liggur eftir sigurin í dag á fyrsta plássi. 15 stig eftir 7 dystir. Kvinnuliðið spældi eisini í dag, men har gekk ikki eins væl.
Fótbóltur, Keypmannahavn: Annað mansliðið hjá ÍF Føroyum liggur eftir sigurin í dag á fyrsta plássi. 15 stig eftir 7 dystir. Kvinnuliðið spældi eisini í dag, men har gekk ikki eins væl.
Tað gongur væl hjá øðrum liði hjá monnum. Í dag vunnu teir ein góðan 4-2 sigur á heimavølli.
Tað var annars liðið av Eysturbrúgv, sum legði seg á odda. Hetta var ikki tað sum lá í luftini, hesa løtuna í fyrra hálvleiki. Undan hesum málinum skuldi støðan eftir øllum at døma verið 2-0 til føroyingarnar. Men soleiðis er fótbóltur.
Men føroyingarnir svaraðu skjótt aftur og tí var hálvleiksstøðan 3-1.
Aftur í seinna hálvleiki, fingu føroyingarnir ein vátan vøtt slongdan upp í gronina. Tí beint eftir hálvleik gjørdist støðan 3-2. Føroyingarnir fingu ein lítlan hvøkk, áðrenn teir aftur fingu fastatøkur á dystinum.
Um miðjan seinna hálvleik skoraðu føroyingarnir aftur, og til endaligu støðuna 4-2. – Hevði hepni verið við og neyvleiki í summum førum, kundi sigurin lættliga verði størri. Men trý stig eru heldur einki at kimsa at.
Støðan eftir 7 umfør er nú, at ÍF Føroyar liggur á fyrsta plássi við 15 stigum. Í hølunum koma tvey lið við 13 stigum, men við einum dysti færri.
Kvinnurnar vóru eisini í eldinum í dag. Tær spældu í móti einum toppliðið, og taptu tær tíanverri 4-0. Støðan var bert 1-0 í fyrra hálvleiki og høvdu tær føroysku verið eitt sindur neyvari, kundi tað heldur verið tær, sum vóru á odda í fyrra hálvleiki.




