Hátíðarhald verður í róðrarneystinum í Klaksvík.
Í sambandi við at nýggi Klaksvíkingur verður flotaður fyrstu ferð, verður lítið hátíðarhald í Róðrarneystinum mikukvøldið 27. mai 2015 kl. 19.00. Røður verða hildnar og kaffi og køkur verða at fáa eins og nýggj t-shirt við Klaksvíkingi á verður seld. Øll eru hjartaliga vælkomin, og vit vóna at síggja so nógv fólk sum gjørligt, sigur KRF í tíðindaskrivi.




