Í kvøld bleiv nýggi “Klaksvíkingur”, flaggskipið hjá róðrarfelagnum í Klaksvík, flotaður.
Í fleiri ár hevur Klaksvíkingurin verið ímyndin av 10-mannafarsróðrinum á føroysku ítróttarstevnunum, og Klaksvíkar Róðrarfelag ætlar ikki at tað skal vera annarleiðis í ár. Nýggjur bátur, framúr manning, tað sær lovandi og spennandi út fyri 10-mannafarsróðrinum í ár eisini.
Fleiri talur vóru hildnar við róðrarneystið í kvøld, tað fara vit at hoyra meira um seinni. Her eru nakrar myndir frá hátíðarløtuni:




