Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kunngerð – Valevnislistarnir til fólkatingsvalið

LÝSING

Valevnislistarnir til fólkatingsvalið hósdagin 18. juni 2015 skulu verða formanninum fyri fólkatingsvalnevndini í hendi seinast sunnudagin 7. juni 2015 kl. 18.00.

Sagt verður frá, at sambært vallógini skal valevnislistin verða undirskrivaður av valevninum við upplýsing um fult navn, føðingardag, starv og fullan bústað. Á valevnis listanum skal eisini verða upplýst navn og bústaður á einum veljara (tlf. nr.), sum fólkatingsvalnevndin, umframt valevni, kann venda sær til, um villa er í valevnislistanum o.a.

Val­evni,­ ið­ vil­ stilla­ upp­ fyri­ flokk­ (sum­ er­um boðaður á Føroya Løgtingi), skal upplýsa hetta á valevnislistanum. Í seinasta lagi mikudagin 10. juni 2015 kl. 18.00, skulu flokkarnir­ boða fólkatingsvalnevndini­ frá,­ hvørji­ valevni­ flokkurin­ góðkennir.­ Frá­boð­anin skal fyri hvørt góðkent valevni innihalda upplýsing um navn, føðingardag og fullan bústað á hesum. Valevni, sum ikki verða ­góðkend­ av viðkomandi­flokki,­ kunnu­ ikki stilla upp til valið. Um góðkenning ikki fyri liggur, kann einki valevni stilla upp fyri flokk­in.

Valevni,­ið­ stilla ­upp ­uttanflokka,­ skulu ­upp­lýsa hetta á valevnislistanum (tlf. nr.). Valevnislistin skal eisini verða undirskrivaður av stillarum (av minst 150 og hægst 200 veljarum í Føroyum) við upplýsing um navn, føðingardag, starv og fullan bústað teirra.


Tórshavn 28. mai 2015


Fólkatingsvalnevndin fyri Føroyar

Olaf á Stongunum, fm.

í Brekkuni 9

FO-100 Tórshavn

Tlf. nr. 314691 ella 214691