Ein tími um árið er ein hjálparfelagsskapur, sum savnar eina tímaløn inn um árið frá fólki, sum kunnu liva uttan eina tímaløn. Tímalønirnar fara hvørt ár til aðrar hjálparfelagskapir. Felagsskapir, ið føroyingar onkursvegna eru ein partur av.
Í ár kanst tú keypa supputallerkar fyri tímalønina!
Í ár fara tímalønirnar til Neyðhjálparbussin, sum arbeiðir m.a. við einum suppukøki í Moldova, sum er einasta u-land í Evropa og sum er nógv tað fátækasta landið á okkara leiðum. Tí hava vit valt at “selja” supputallerkar. Tvs. at tú keypir supputallerkar, men tað eru tey fátøku børnini, sum fáa matin.
Seinasta freist at lata tímaløn er 31. mai 2015.
Tað er sera lætt at lata eina tímaløn.
Tað kann gerast við tínum VISA kortið,
á síðuni www.eintimi.com
Ein tími um árið hevur áður stuðla
Fyrr hevur Ein tími um árið latið tímalønir til Tekniska Skúla, sum var í Rumenia, til børn hjá ABC barnahjálp, sum tekur sær av foreldraleysum børnum í Liberia og so hava vit latið tímalønir til eina ommu við 6 ommubørnum í Kambodia.
Hevur tú ráð og møguleika til at lata eina tímaløn?
So hevði ‘Ein tími um árið’ verið SERA glað fyri at fingið hana;)
Peningurin fer ÓSKERDUR til suppukøk í Moldova.
Har kunnu uml. 40 børn fáa heitan mat, og hugnaliga samveru, fleiri ferðir um vikuna!
Tú kanst lata eina tímaløn her:www.eintimi.com.
Seinasta freist er 31. mai 2015.
Vegna Ein tími um árið
Ása Andreasen,
stigtakari




