Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ vann oddadystin ímóti Giza/Hoyvík

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Myndarøð: KÍ vann oddadystin móti Giza/Hoyvík í Klaksvík í dag hjá 2.deild monnum og sostatt er Kí framvegis oddalið í 2.deild.

Søvi Fossdalsá, Bjarki Vágstún og Rudolf Eliasen skoraði málini hjá KÍ í 3-1 sigrinum á Giza/Hoyvík í dag. Undan dystinum var KÍ 1 stig frammanfyri Giza/Hoyvík. Eftir úrslitið í dag heldur KÍ oddasessin, meðan TB og HB fóru framum Giza/Hoyvík. Kappingin í toppinum í 2.deild er sostatt rættuliga tøtt, men higartil eru uppflytararnir hjá KÍ sterkasta liðið. Og tað eru KÍ venjararnir Allan Joensen og Hans Kári SIgurðsson, sum hava havt liðið undir hond í fleiri ár fyrst í 3.deild og nú í 2.deild, helst sera væl nøgdir við.
Næsti dystur hjá KÍ er hóskvøldið á Norðoyastevnu móti ÍF í Klaksvík.
Harleywoodpaint