Fyrrverandi leikari byrjar nú aftur á besta liðnum hjá AB.
Venjarabroytingin á AB ger helst, at Bárður Olsen nú aftur fer at spæla við besta liðnum hjá AB.
Fyrr nøkrum vikum síðani gjørdist greitt, at Bárður Olsen og AB fóru hvør til sítt. Tó so, so hevur Bárður framvegis síni loyvir liggjandi í AB og um vikuskiftið spældi hann eisini á næstbesta liðnum hjá AB. Sum Norðlýsið skilir, so verður eitt tað fyrsta sum fer at henda á Argjum, nú Sámal Erik Hentze tekur yvir sum venjari, at Bárður Olsen helst aftur verður partur av hópinum.
Bárður og Sámal Erik hava áður arbeitt saman í júst AB.




