Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aspirantskipanini ikki ein skandal!

Petur Mohr

Aftur svar til Axel Hansen nevndarlim í Fiskimannafelagnum.

Aftur svar til Axel Hansen nevndarlim í Fiskimannafelagnum.

Eg skal siga beinanvegin at eg havi brúkt orku at finna kunngerðina og lógina fyri hesa aspirantskipan, men tað er ikki eydnast mær at finna hana. Tí byggi eg mítt svar útfrá tí donsku aspirantskipanini.

Axel Hansen ger í greinini nógv burtur úr hví hann ikki heldur at skipanin er góð, og at tað ikki altíð er gott at takað skipanir úr útlondum til Føroysk viðurskifti. Eg má siga at eg haldi greinin tíguliga ber boð um at Axel Hansen ikki veit hvat ein aspirantskipan er. Tí vil eg royna at lýsa hvat ein aspirantskipan er og hví hon er eitt stórt framstig fyri maritimu útbúgvingarnar í Føroyum.

Axel vísir í greinini á at tað ikki verður eins trygd at sigla, og tað ikki er tíð at lesa manualar tá á stendur. Hetta er ein skeiv mynd av skipanini. Ein aspirantur lærur nemmliga at fylgja mannagongdunum, sum reiðaríði hevur sett í verk, soleiðis at aspiranturin, tá hann er liðugt útbúgvin, er førur fyri at, handfara eina neyðstøgu.

Eisini vísur Axel á at línuflotin manglar fólk, og tí er ikki neyðugt við eini tílíkari skipan, tí tað er møguligt at fáa siglingstíð har umborð. Til tað er at siga, at aspirantskipanin er grundfest í altjóða STCW sáttmálanum, sum ásetur hvussu ein kann fáa vinnubrøv, og hvørjar kvalifikatiónir ein skal hava og hvussu nóg siglingstíð krevst. STCW er einans galdandi fyri handilsskip, og tí er ikki møguligt at fáa sama slag av siglingstíð, sum dekkari, við einum línuskipið undir Føroyum, og aspirantur við farmaskipið í altjóða sigling. Aspirantskipanin er ikki gjørd til at útbúgva fólk til í fiskiflotanum.

Fyri at kunna vera aspirantur krevst at tú hevur eina útbúgvingarbók. Henda bók skal vera góðkend av Sjóvinnustýrinum, og har eru mál og uppgávur sum skulu loysast. Hesi málini er málrættað soleiðis at aspiranturin ikki brúkar óneyðuga nógva tíð uppá at uppgávur, sum ikki er viðkomandi fyri at kunna gerast yvirmaður. Sum t.d. at banka rust og mála. Tá ein aspirantur ikki ert ein partur av føstu manningini, er tað møguligt at læra seg tær uppgávur sum eru tengdar at arbeiðinum sum yvirmaður. Hetta ger at tú hevur ein holla vitan um uppgávurnar sum yvirmaður, tá skúlagongdin er liðug. Eg vil heldur siga at ein aspirantur veit meira um hvat arbeiði sum yvirmaður inniber, enn ein dekkari. Eisini er tað 12 mánaðir siglingstíð effektivt. Tað vil siga at aspiranturin skal hava verði 12 mánaðar við skipinum. So tað tekur meira enn 12 mánaðar at fáa siglingstíðina.

At vera aspirantur er ein og at vera í læru sum handverkari. Tú er í læru hjá meistaranum, í hesum føri skipinum, og so fer tú í skúla, fyri at læra teorina aftanfyri tað tú lærdi umborð.

Eisini rør Axel uppundir at aspirantar ikki skulu hava trygdarskeið. Hetta er beinleiðis skeivt. Aspiranturin mynstrar við skipinum, og hvør mynstraður maður/kvinna skal hava trygdarskeið. Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at Axel roynir at avtaka kravið um trygdarskeið. Tann 11. Juni 2013 vildi hann, á grein á nordlysid.fo, hava kravið um trygdarskeið broytt, so ikki var neyðugt at hava tað fyrrenn ein hevði verði nakrar túrar. Eg vil spyrja Axel um hvat hann hevur mótið trygdarskeiðnum?

Eg haldi at tað er sera vánaligt og óseriøst av einum nevndarlimi í fiskimannafelagnum, at koma við hesi greinini, tá tað tíguliga kann lesast, at hann ikki hevur sett seg inní hvussu skipanin virkar. Vónandi kannar Fiskimannafelagið slíkar pástandir áðrenn teir vera almannakunngjørdir.

Vónandi kann rætti myndugleikin koma við einum betri aftursvarið, men eg kundi ikki lata hetta fara ósvarað aftur við borðinum.

Petur Mohr

Stýrimaður M/T Nord Sustainable .