Leygardagin 6. juni kl. 11.00 skipar Treysti fyri árligu Føroya Bjór renningini, sum er fyri bæði børn og vaksin. Hetta er 19. ferð á rað, at Treysti skipar fyri hesi renning í miðbýnum á Norðoyastevnu. Tað var í 1997, at fyrstu ferð runnið bleiv inni í býnum á Norðoyastevnu, og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning. Hetta var eisini fyrstu ferð, at skipað bleiv fyri renning fyri børn í ymsum aldursbólkum.
Orsakað av vegarbeiði á Skúlavegnum, sum tískil er stongdur, verður runnið annarleiðis í ár, men kortini nøkunlunda somu teinar.
Hjá øllum verður startur og mál á vegnum uttanfyri Telebúðina.
Skráin
kl. 11.00 Menn/Kvinnur (f. 1970-1999) – 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Veteranar (f.1960-1969) – 5 km
kl. 11.00 Superveteranar (f.1959 ella fyrr) – 5 km
kl. 11.45 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2008 ella seinni) – 450 m
kl. 11.55 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2005-2007) – 900 m
kl. 12.05 Dreingir-13/Gentur-13 (f.2002-2004) – 1.350 m
kl. 12.15 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1998-2001) – 1.350 m
kl. 12.30 Heiðursmerkjahandan uttanfyri Telebúðina
Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnu og manni á 5 km teininum.
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF, og har kann einans gjaldast við DANKORT. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldið 5. juni klokkan 22.00. Luttøkugjaldið er kr. 60 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Leinkja til tilmeldingina er HER.
Eisini ber til at eftirtilmelda seg við Telebúðina, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn renningarnar byrja, og tá er kostnaðurin kr. 80 fyri vaksin og kr. 50 fyri børn. Allir luttakarar verða bidnir um at møta við Telebúðina í góðari tíð áðrenn renningin byrjar.
Øll eru vælkomin at verða við, og vónar Treysti, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið øll árini frammanundan.




