Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Víkingur skorar vanliga 2-3 mál í Gundadali móti B36

Jákup Ósá

Víkingur skal til at skora eitt og helst fleiri mál í kvøld, men hagtølini siga, at tað tað ger Víkingur vanliga.

Víkingur skal til at skora eitt og helst fleiri mál í kvøld, men hagtølini siga, at tað tað ger Víkingur vanliga. Tað siga hagtølini í 2015 og 2014.

Í kvøld verður seinna hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið. B36 hevur heimavøll og eina 1-0 leiðsla, nú Víkingur vitjar. Tað merkir, at Víkingur skal skora mál og meir enn tað eina, um B36 fær eitt mál. Men sambært hagtølunum, so hava Víkingar ikki so nógv at stúra fyri, tí í seinastu fýra dystunum í Havn hevur Víkingur ongantíð skora færri enn tvey mál og ongantíð tapt nakran dyst.

Hagtølini hjá Víkingi í Gundadali móti B36 í 2015 og 2014:

2015:

B36-Víkingur 3-3 (stórsteypadystur, Oddmar Færø, Róaldur Jakobsen og Høgni Eysturoy. Sámal Jákup Joensen(2) og Finnur Justinussen)

B36-Víkingur 3-3 (landskapping, Hanus Thorleifsson, Jákup á Borg og Ibrahima Camara. Andreas Lava Olsen 3)

2014:

B36-Víkingur 2-2 (Adeshina Lawal og Jákup á Borg. Súni Olsen og sjálvmál)

B36-Víkingur 0-2 (Finnur Justinussen 2)

Harleywoodpaint