Tað fortelur Eyðun Thorgeirson fyri Norðlýsinum. – Hesa Norðoyastevnuna byrjaðu vit í einum tónleikavenjingarhølum mikudag og góvust ikki fyrrenn mánamorgun. Men eg slapp ikki at sova út, tí mánamorgunin klokkan 08.00 skræddi pápi meg upp til arbeiðis. Tað var hart!
Tað fortelur Eyðun Thorgeirson fyri Norðlýsinum. – Hesa Norðoyastevnuna byrjaðu vit í einum tónleikavenjingarhølum mikudag og góvust ikki fyrrenn mánamorgun. Men eg slapp ikki at sova út, tí mánamorgunin klokkan 08.00 skræddi pápi meg upp til arbeiðis. Tað var hart!
Vit hava spurt Eyðun Thorgeirson, hvør hin minniligasta Norðoyastevnan var. Hann ivast ikki og sigur, at hann var 17 ár tá og helt Norðoyastevnuna saman við Jógvan Ósa har, sum Kunningarstovan er í dag. Har var eitt venjingarhøli fyri tónleikarar. Hetta endaði við at blíva ein sera sentralur partur hjá nógvum ungum hesa Norðoyastevnuna.
– Hvørja ferð, eg og Jógvan Ósa møtast, práta vit um hesa stevnuna. Vit minnast báðir gott afturá hesar ungdómsdagar, sigur Eyðun Thorgeirson.
– Leygarkvøldið var útimøti, sum tað altíð plagdi. Eftir møti mintist eg, at pápi kom ein túr í venjingarhølið at geva mær eina moralska prædiku. Tað hevur eftir øllum at døma verið eitt sindur alvorligt prát tá, men eg minnist bara gott aftur á tað í dag. Pápi var ikki serliga blíður, men hann meinti tað væl hóast alt.
– Tað vóru nógvar góðar søgur frá venjingarhølinum. Eg vænti at eini 100 ungdómar vóru inni har í gjøgnum Norðoyastevnuna. Vit vóru har allatíðina og fóru bert út, tá ið tað var allarhægst neyðugt. – Og tað eru ikki allar søgurnar, sum skulu setast á prent, greiðir Eyðun frá við einum skálkasmíli.
Øll Norðoyastevnan var góð, allir dagarnir vóru góðir. Men mánamorgunin eftir stevnuna fekk pípan eitt annað ljóð.
– Eg var seinur til hús náttina til mánadag. Men tað legði pápi líka nógv í. Tað kann vera, at hann vildi seta sonin uppá pláss, sum eg kanska eisini hevði brúk fyri. Tí klokkan 08.00 varð eg skræddur undan dýnuni og skuldi upp at arbeiða fyri Norðhús. – Har var einki at gera, eg mátti bara hava tunguna mitt í munninum og gera eftir harraboðunum frá pápa, sigur Eyðun Thorgeirson.
Pápi Eyðun var kokkur um borð á Klakki hesa tíðina. Á middegi hendan mánadagin loystu teir og fóru aftur til fiskiskap.
– Tá ið tann seinasti endin var sleptur, var eg beinanvegin klárur. Legði hamari og sag frá mær og fóru beina leið til hús at sova tann hart tiltrongda svøvnin, endar Eyðun við at fortelja og flennir so hjartaliga.




