Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Eg havi valt føroyska landsliðið

Jákup Ósá

Tað sigur Jonas G. Hansen, sum fyri einum ári síðani byrjaði inni á danska U19 fótbóltslandsliðnum.

Tað sigur Jonas G. Hansen, sum fyri einum ári síðani byrjaði inni á danska U19 fótbóltslandsliðnum.

Søgan um tann nú 19 ára gamla Jonas G. Hansen og føroyskan fótbólt byrjar kanska á sumri í 2013. Tá kemur tað fram á Norðlýsinum, at hesin ungi ”føroyski” leikarin ger um seg í donskum fótbólti, har hann tá byrjar uppá yrkisfótbólt hjá Esbjerg fB. Les meir um tað her.  Í Føroyum vóru tað ikki nógv, ið vistu um at hesin leikarin hevði so tætt tilknýtið til Føroyar. Hann spældi um hetta mundi á danska U18 landsliðnum sum miðvallarleikari. Men síðani hevur áhugin fyri at fáa Jonas knýttan til føroyskan fótbólt verið stórur og tað gevur nú úrslit.

Á danska U19 landsliðnum i 2014

Tað er helst ein veruligur fongur, sum føroyskur fótbóltur hevur fingið. Jonas var á danska U19 landsliðnum fyri einum ári síðani, har hann spældi 5 heilar dystir av 6 møguligum. Jonas hevur eisini sitið á bonkinum hjá besta liðnum hjá Esbjerg fB í fleiri dystum har ímillum í Europa League. Men seinasta tíðina hevur hann verið útleigaður til Varde IF í triðbestu donsku deildini fyri at fáa spælitíð og annars mennast. Jonas hevur sáttmála við Esbjerg fB í 1 ár afturat.

– Ynski at spæla fast

Í vetur hava tey flestu lagt merki til, at Jonas hevur verið úttikin til venjing hjá føroyska U21 landsliðnum. Hann er eisini millum teir úttiknu, sum skulu spæla fyrsta U21 undankappingardystin móti Aserbadjan um knappar 2 vikur. Jonas staðfestir fyri Norðlýsinum í dag, at hann nú hevur valt føroyska landsliðið at spæla fyri í framtíðini.

– Eg havi avgjørt at spæla fyri føroyska landsliðið, um møguleikin kemur. Tað havi eg valgt, tí eg síggi betri møguleikar á tí føroyska enn tí danska landsliðnum. Og eg raðfesti hægri at spæla enn at sita á bonkinum. Í fjør spældi eg við danska U19 landsliðnum og tað vóru nakrar góðar upplivingar ein góð uppliving og eg vóni at kunna uppliva tað sama við føroyska U21 landsliðnum nú, sigur Jonas G. Hansen við Norðlýsið.

Føroyska U21 landsliðið spælir sín fyrsta undankappingardyst á Svangaksarði 15. juni móti Aserbadjan og tá verður helst fyri fyrstu ferð møguleiki at síggja Jonas á føoroyska landsliðnum í dysti av týdningi. Spurningurin er eisini, um vit ikki tosa um ein leikara við stórari framtíð á føroyska landsliðnum.

Les eisini:

Bruttohópurin hjá U21 til Aserbadjan dystin úttikin