Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingar á sílaveiðu í Íslandi

Oliver Joensen

 Allir sílaveiðumenninir lata heilsa heima, vit hava tað sera gott. Veðrið hevur verið av tí besta. Vindurin eitt sindur kaldur, men vit hava havt nógva sól hesar fyrstu dagarnar.

Ísland er eitt stórt land við sera ríkum møguleikum fyri frítíðarfiskimenn. 

Tá tosað verður um sílafisking og laksafisking, so halda tey flestu, at tað er sera dýrt at fiska í Íslandi, men tað nýtast tað ikki at vera.

Tú kanst keypa fiskikort til umleið 40 vøtn, íroknað Tingvallavatn, fyri umleið 340,00 krónur. Umframt tað hava vit keypt loyvi at fiska í trimum stórum áum og veiðuhús at búgva í fyri 1100 krónur. 

Vit eru sum sagt 10 mans við fýra bilum úr Føroyum og túrurin kostar hvørjum einstøkum umleið 4.500 krónur við ferðing, innivist, fiskiloyvum og morgunmati.

Meira frá okkum seinni. Góða Norðoyastevnu