Dysturin á Norðoyastevnu millum KÍ og ÍF var merktur av fáum mál møguleikum og nógvum mistøkum.
Einki mál kom í Norðoyastevnudystinum í ár.
Tað eru ikki nógvir møguleikar at skriva heim um frá Norðoystevnudystinum í 2015. Í stuttum kann sigast, at KÍ fekk tveir stórar møguleikar í dystinum og ÍF ongan. Møguleikarnar hjá KÍ fingu Evrard Blé og Páll A. Klettskarð, men ÍF bjargaði á málstrikuni og í royndini hjá Páll endaði bólturin á stongini.
ÍF byrjaði betri
Hjá KÍ tóktist tað sum um, at leikararnir als ikki vóru klárir til at loysa sínar uppgávur til dystin, tí ÍF sat á øllum fyrstu løtuna. Feilir í hópatali lýstu KÍ liðið í fyrra hálvleiki og teir umfataðu vánaligar avleveringar, vánalig innlegg, vánaligar deyðbóltar og umkøst. Av hesum gjørdu teir bláu tað trupult fyri seg sjálvar. Sum fyrri hálvleikurin leið, so kom KÍ betri við í dystin og seinna part av fyrra hálvleiki var KÍ kanska betra liðið, men uttan at skapa møguleikar í einum dysti, sum allatíðina var merktur av nógvum persónligum mistøkum á nærum øllum plássum.
Í seinna hálvleiki setti KÍ seg á dystin, og ÍF hótti nærum ikki KÍ málið hendan hálvleikin. Men í seinasta triðinginum fekk KÍ sjáldan skapt nakað nevnivert móti einum ÍF liði, sum spældi verjukent í seinna hálvleiki. Tveir stórar mál møguleikar fekk KÍ, men inn vildi bólturin ikki.
Gott verjuspæl frá KÍ
Hjá KÍ er eingin ivi um, at talan var um eitt tað lakasta avrikið á heimavølli í ár, um vit hugsa um álopspæl. Tó kunnu klaksvíkingar frøast um, at verjuspælið virkaði væl allan dystin. Sjálvt tá ÍF trýsti á fyrsta partin av dystinum, so helt KÍ teimum frá at fáa nakran stóran mál møguleika. Og samanumtikið átti KÍ kanska uppiborið sigurin, tí liðið skapti teir báðar einastu stóru møguleikarnir, sum vóru í dystinum.
Í topp 5 misti KÍ í mun til B36 og Víking, men liðið er framvegis væl við í kappingini um 4. plássið undan teimum báðum seinastu dystunum undan summarsteðginum, sum eru ímóti nummar 2 og 1, B36 og NSÍ. ÍF fekk 1 stig og liggur í løtuni heili 9 stig frá 4. plássinum. Men fuglfirðingar hava heimadystir móti nummar 8 og 9 áðrenn summarsteðgin, og fær liðið fult har, so fer liðið kanska at hóma ein møguleika aftur fyri at røkka topp 4. Eftir dystin var brotssparkskapping og steypið, sum Norðlýsið hevði latið, vann ÍF.
Norðoyastevnudysturin í 2015 fer helst skjótt í gloymibøkurnar hjá teimum flestu, tí so lítið var at skriva heim um.




