Sunnudagur, og tað fer at lækka móti endanum á íslandsferðini hjá nøkrum klaksvíkingum, saman við íslendinginum Eirikur Ingvarsson, sum býr á Norðskála.
Veturin hevur verið harður í Íslandi í ár. Sjálvt um vit hava havt sól næstan allar dagarnar, so hevur lotið verið kalt, einar 5 til 8 hitastig. Harafturat hevur hitin í vøtnunum ligið um 3 hitastig. Tað hevur havt við sær at sílini og bleikjurnar hava verið sera lítið virkin.
Hetta er triðja árið vit hava verið hendan túrin, at kalla sami hópurin, men ongantíð áður hava vit fiska so lítið. Túrurin hevur tó verið sera góður.
Í kvøld vóru tríggir av okkum og hugdu at fótbóltsdysti ímillum Stjørnuna og Fjølnir. Okkara landsliðsmálmaður Gunnar Nielsen stóð í máli hjá Stjørnuni og hann mátti lata trý mál inn, i meðan hansara menn bara fingu eitt mál í hinum endanum. Men, ein áhugaverdur dystur.




