Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gott veður aftur í dag

Hanus Kjølbro, Sjónám

Í morgun – dagin eftir Norðoyastevnu – er veðrið í Føroyum sera gott. Eitt lítið lot er úr útsynningi – vindferðin er 2-5 m/s á Gerðabøi. Aðrasteðs mestsum er mestsum sama vindferð máld. Tó onkrastaðni heilt niður í 1-2 m/s.

Lágtrýstveðrið ta seinastu tíðina er nú farið, og tað er eitt hátrýst einar 500 fjórðingar sunnan fyri okkum, sum sendir luft ímóti okkara leiðum. Í dag fer veðrið at vera gott – líkasum sum í morgun. Turt við sólglottum – hitin fer at liggja um 10-11 stig. Vindurin verður tó ikki so lítil sum í morgun. Út á seinnapartin fer hann at veksa upp ímóti 10 til 12 m/s.