Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Italski sendiharrin vitjar Føroyar

Tíðindaskriv

Í dag kemur italski sendiharrin í Danmark, Stefano Qeirolo Palmas, á kurteisisvitjan í Føroyum í sambandi við italska tjóðardagin.

Í dag kemur italski sendiharrin í Danmark, Stefano Qeirolo Palmas, á kurteisisvitjan í Føroyum í sambandi við italska tjóðardagin.

Við sær hevur hann viðurkenda italska klaverspælaran, Paolo Russo, og songkvinnuna, Katrine Krog Russo, sum fara at hava konsertir í Føroyum, og professaran við lærda háskúlan í Rom, Carlu Del Zotti, sum fer at hava fyrilestrar um sambandið millum katólsku kirkjuna og oyggjarnar í Norðurhøvum í miðøld, og hvussu írskir og romverskir kristniboðarar gróðursettu kristnitrúnna í Norðurhøvum.

Italska ferðalagið kemur til Føroya seinnapartin, og í kvøld kl. 18.30 hava Paolo Russo og Katrine Krog Russo konsert í Ósaskúlanum í Klaksvík. Hon er ókeypis. Í kvøld verður skipað fyri útferð til Mikladals.

Í morgin vitjar ferðalagið Kósina í Klaksvík, Christian í Grótinum og kjallaran í Christianskirkjuni, har listamaðurin Edvard Fuglø fer at greiða frá. Mentanar- og vinnuleiðarin í Klaksvíkar kommunu, Palli Ziskason vísir ferðalagnum runt.

Kl. 15.00 í týsdagin skipa Klaksvíkar býráð og italski konsulin í Føroyum fyri almennari móttøku í Gamla Seglhúsinum, har Jógvan Skorðheim, borgarstjóri, er vertur. Á móttøkuni fer Carla Del Zotti, professari, at halda ein stuttan fyrilestur um, hvussu írskir og romverskir kristniboðarar gróðursettu kristnitrúnna í Norðurhøvum.

Mikudagin verður ferðalagið í Havn, har sendiharrin skal hitta ymisk umboð fyri almennu Føroyar. Eitt nú skal sendiharrin á fund við Fróðskaparsetrið og landsstýrismannin við mentamálum um samstarv við universitetið í Rom. Mikudagin kl. 16.00 heldur Carla del Zotti almennan fyrilestur á Fróðskaparsetrinum um sambandið millum katólsku kirkjuna í Rom og bispadømini í Norðurhøvum.

Eisini í høvuðsstaðnum fáa tey tónleikahugaðu høvi at hoyra úrmælingarnar Paolo og Kristine Russo. Tey hava konsert í Reinsarínum klokkan 18.30 mikukvøldið, og atgongdin er ókeypis.

Endamálið við ferðini og tiltøkunum er at eggja til tættari vinnulig og mentnarlig samstørv millum Føroyar og Italia. Eitt nú kann samstarvið millum granskarar á lærdu háskúlunum í Rom og í Føroyum varpa nýtt ljós á søgu Føroya í miðøld.

Italska ferðalagið fer avstað aftur hósmorgunin.



Harleyfacadeacryl