Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Valskipanin leggur upp til politiskt kaos á løgtingvalinum og í politiska arbeiðinum

John William Joensen

Tey sum oyðiløgdu politisku skipanina halda nú at peningur skal bjarga skipaniniAt síggja Óla Breckmann, Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen í sjónvarpinum tosa um at meira peningur og ”proffesiónalisma” skal bjarga politisku skipanini var ikk sørt løgið tá tað eru júst hesi somu persónar sum eru upphav til tað kaos sum valdar í løtuni

Tey sum oyðiløgdu politisku skipanina halda nú at peningur skal bjarga skipanini

At síggja Óla Breckmann, Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen í sjónvarpinum tosa um at meira peningur og ”proffesiónalisma” skal bjarga politisku skipanini var ikk sørt løgið tá tað eru júst hesi somu persónar sum eru upphav til tað kaos sum valdar í løtuni

Tað manglandi stevið innanflokka, sum løgtingslimir nevna, er eftir mínum tykki ikki bert eitt stríð millum einstakar persónar, sum vilja vinna seg fram í politisku skipani, men í størri mun úrslitið av eini politiskari skipan, har flokkarnir eru viknaðir alt ov nógv. Spurningurin er so, um hetta er ein støða beint nú, ella um trupulleikarnir liggja í sjálvum bygnaðinum í politisku skipanini skrivar Kristoffur Laksá, Stjórnmálafrøðingur, m.a. í samband við eina uppgávu á Fróðskaparsetrinum.

Tá Føroyar vóru skipaðar sum valdømir høvdu græsrøturnar, limirnir í lokalfeløgunum eitt ávíst tilknýti til tey sum umboðaðu flokkin í løgtinginum. Løgtingslimir høvdu fyri neyðini í minstalagið fjórða hvørt ár at koma á listan hjá lokalfeløgunum kring landið, og skipanin legði upp til at valdømis valdu løgtingslimirnir umboðaðu valdømi tey vóru úr.

Nú skipanin við einum valdømi hevur virka í 8 ár síggja vit at løgtingslimir í størri og størri mun umboða síni egnu áhugamál, og tað er sjálvsagt.

Tí – tá valevni kemur á listan hjá einum politiskum flokki er viðkomandi ikki einans í kapping við síni politisku mótstøðufólk, men í eins stóran mun við síni egnu floksfelagar. Tað liggur í sjálvari skipanini at øll eru í kapping við øll, og hetta steðgar ikki tá løgtingsval er farið aftur um – tað ræður um í mest møguligan mun sjálvur at hava egin eyðkenni og røkja egin politisk mál.

SERFRØÐIN: Kanningar vísa, at skipanir við opnum lista gera, at samanhaldið í tingmanningi hjá flokkinum gerst verri

Longu í 2009 skrivaði stjórnmálafrøðingurin, Kristoffur Laksá ein áhuaverda staðfesting at nýggja skipanin við einum valdømi var alt ov illa gjøgnumhugsað og tí eigur at verða endurskoða skjótast gjørligt.

Her eru nøkur brot út uppgávuni sum stjórnmálafrøðingurin skrivaði í 2009 stutt eftir at fyrsta løgtingið hevði tikið við eftir at Føroyar vóru skipaðar sum eitt valdømi:

…. Ástøði sigur, at vælvirkandi politiskir flokkar er ein hin týdningarmesta fortreytin fyri eitt vælvirkandi demokrati. Um vit hyggja at, hvørjar uppgávur flokkar eiga at røkja, ….. so tykist tað at vera tungt hjá føroyskum flokkum at lyfta hesa uppgávu, partvís tí at teir hava eina ógvuliga avmarkaða fígging, og partvís tí teir standa veikir í politisku skipanini, bæði mótvegis veljarum og mótvegis teimum valdu løgtingslimunum. Sostatt skulu bæði ein fíggjarligur og ein bygnaðarligur trupulleiki loysast, um flokkarnir skulu reisast aftur.

…..Broytingarnar í valskipanini til eitt valdømi tykist at hava økt um trupulleikan við fragmentaraðum flokkum og hartil hoyrandi politikki. Tað merkir ikki, at eitt valdømi í sær sjálvum er skeivt, men tað merkir, at broytingin er farin fram, uttan at heildin í valskipanini er viðgjørd, og tað er tað sum skapar trupulleikan.

…..Í sambandi við hesa uppgávuna havi eg tosað við løgtingslimir úr øllum flokkum. Eg havi spurt teir, hvussu teir hava upplivað politiska arbeiði á løgtingi hesi seinastu árini. Niðurstøðan er sera greið. Allir vísa teir á, at flokkarnir eru merktir av sjálvdrátti og individualismu, og tað tykist torført at gera politiskar semjur, tí tað er næstan altíð onkur, sum vil markera seg og taka frástøðu frá teimum semjum, sum gjørdar verða. Løgtingslimirnir eru eisini samdir um, at henda gongd hevur vundið uppá seinni árini, og at støðan ongantíð hevur verið so ring sum nú. Tað er ringt at fáa eyga á nakran homogenan flokk, og politiska landslagið minnir um eina kapping, har øll eru ímóti øllum…..

….Kanningar vísa, at skipanir við opnum lista gera, at samanhaldið í tingmanningi hjá flokkinum gerst verri. …Harafturat skulu vit minnast til, at hesar kanningar snúgva seg um valskipanir við fleiri valdømum. Tað, sum hendi við broytingini til eitt valdømi, var, at kappingin innanflokka sprongdi øll valdømismørk, og tí gjørdist tað ein kapping, har flokkurin kappaðist móti hinum flokkunum, men innanflokka var tað øll móti øllum……

Átrokandi neyðugt at endurskoða valskipanina

Stjórnmálafrøðingurin skrivar víðari:

….. Umframt ta føroysku og grønlendsku, so eru tað tvær valskipanir í Europa, sum bert hava eitt valdømi. Tær eru í Hollandi og í Ísrael, og hesar hava báðar í praksis stongdar listar, tvs. flokkurin avger sjálvur raðfylgjuna á listanum.

Tað er tí neyðugt, at valskipanin verður endurskoðað, og hesaferð má tað gerst ordiligt. Ein serfrøðingabólkur eigur at verða settur, og hann eigur at viðgera øll aspektir í eini valskipan, og hvørja ávirkan tey hava á politisku skipanina.

Spurningar eiga at verða settir um, hvat politikkarar ynskja av eini valskipan. Vilja vit hava tætt samband við løgtingslimir og teirra veljarar, vilja vit hava eina skipan, sum styrkir javnstøðu millum kynini, og vilja vit hava sterkari flokkar. Hvussu nógv vald vilja vit geva veljaranum, og hvussu vilja vit viga tað uppímóti einari effektivari politiskari skipan. Tað eru ein rúgva av spurningum, sum eiga at verða svaraðir, og ikki fyrr enn teir eru svaraðir, er klárt at fara undir at sniðgeva eina nýggja valskipan…..

Álvarsamir demokratiskir skeivleika

Verandi skipan syndrar ikki einans flokkarnar og veljarafeløg men letur tilvildina ráða fullkomiliga um hvør kemur á ting og í bý- og bygdarráð.

Vit síggja baði til løgtingsval og býráðsval at einstaklingar fáa stóran part av atkvøðunum hjá flokkunum og so er tað upp til tilvildina at avgera hvør og hvar hini blíva vald.

Um politiska skipanin heldur fast í Føroyum sum einum valdømi eiga vit at umhugsa at gera sum í Hollandi og Ísrael nevniliga at hava læstar listar.

Tað merkir at flokkarnir og veljarafeløgini avgera á almennum fundum hvør verður uppstillaður sum nr. 1, nr.2 o.so.fr..

Hetta merkir at tá listarnir eru gjørdir hava øll valevni felags áhuga í at flokkurin far so nógvar atkvøður sum gjørligt, og valevnini í politiska arbeiðinum hava ein persónligan áhugað í at fremja mál flokksins, og tað fær minni týdning hvussu nógvar atkvøður hvør einstakt valevni fær persónliga.

Við ikki at gera nakra broyting í verandi valskipan verður tað bert spurningur um tíð til flokks skipanin verður fullkomiliga syndrað og løgtingið verður mannað av 32 einstaklingum við hvør sínari dagsskrá.

Vit eru vælvitandi um at trupult er at fáa eitt orðaskifti um hetta mitt í einum valárið, men spurningurin er um júst hetta rætta løtan, soleiðis at Føroyar fáa eina vælvirkandi skipan har tað eru politisk mál meira enn egin áhugamál sum seta dagsskrá.